Shaila setti føroyskt met, 3. dag á DM 2009

Tíðindaskriv frá SSF

Shaila millum Garðarnar setti í dag, hósdag 9. apríl, føroyskt met í 100 metra firvald, tá ið hon á donsku meistarastevnuni svam teinin í tíðini 1:08.36, har metið hjá henni frá Reykjavík International í januar var 1:08.52. Harvið hava føroyingarnir nú sett 5 met á Danish Open 2009: Pál í 100, 200 og 400 frí, harav 200 tvær ferðir í innleiðandi og finalu, og Shaila í 100 firvald. Lesið annars frágreiðing frá Jón Bjarnasyni, venjarum teirra, á www.susvim.com

Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
tlf 219754

PS. Gev gætur at www.svimjing.com ikki er ‘heimasíðan hjá svimjisambandinum’, sum onkur fjølmiðil annars skrivar á netinum. Heimasíðan svimjing.com er privat síða hjá undirritaða, sum roynir at vera rímiliga óheft av bæði feløgum og svimjisambandi. Men hartil røkir undirritaði nú ávisar kunningaruppgávur fyri Svimjisamband Føroya, sum formaður í landsliðsnevndini hjá Svimjisambandinum. Offisiella heimasíðan hjá Svimjisambandi Føroya eitur www.ssf.fo

Ger viðmerking