Pál og Elspa víðari til finalur aftur í dag

Tað er lagt upp til ein sannan gysara í 200 frí, seinnapartin í dag, nú Pál við 1:51.91 hevur næstbestu tíð frá innleiðandi, umringaður av Mads Glæsner við 1:51.31 og Jon Rud við 1:51.97. Tíðin hjá Pál var hartil nýggj flott betring av føroyska metinum hjá honum, frá teimum 1:53.53 sum hann svam í Reykjavík í januar.

Elspa Mørkøre svam seg eisini í finalu í 100 rygg seinnapartin, við at svimja 1:02.74 í morgun, har bara danska svimjistjørnan Pernille Larsen svam skjótari við tíðini 1:02.29. Triði svimjarin svam 1:05.31, og Elspa skuldi tí verið rímiliga trygg at vinna heiðursmerki aftur í kvøld. Men fokus er nokk fyrst og fremst á at klára 1:01.86, sum er hennara kravtíð til HM.

Mona Simonsen svam seg til eitt 9. pláss í 800 frí við tíðini 9:25.32, sum tíverri sær út til at akkurát ov lítið til at sleppa í finalu hósdagin. Tey eru nevniliga bara 8 sum sleppa í A-finaluna, og sambært innbjóðingini er eingin B-finala í 800 frí, sum tí merkir at Mona verður akkurát ov stutt, um ikki onkur annar meldar frá.

Hinir føroyingarnir svumu flestir eitt vet frá sínum tilmeldingartíðum, óivað tí at hesar hava verið umroknaðar frá stutthyljatíðum, sum vit í mangul av betri er mest kend við. 13 ára gamla Poula Ø. Mohr svam 1:14.89 í 100 rygg, har hon á NUM í Finnlandi í fjør svam 1:21.59. Jón Hofgaard svam 1:13.59 í 100 bringu, har hann í Reykjavík í januar svam 1:14.62. Shaila millum Garðarnar svam 1:00.25 í 100 frí, har hennara besta tíð frá Reykjavík í januar var 1:00.49.

Úrslitini frá í dag kunnu síggjast her á livetiming.se, umframt at eg leypandi geri samandrátt av úrslitunum hjá føroyingunum á svimjing.com/live. Seinnapartin byrja tey altso umleið kl 16, føroyska tíð, har føroyska luttøkan verður Pál í 200 frí finalu umleið kl 17:10, og Elspa í 100 rygg hálvfinalu umleið kl 17:19.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.