Astrið klárað Oyggjaleikakravtíð í 50 firvald

So er fyrsti partur av Danish Open avgreiddur, og tað gekk bara heilt hampuligt hjá okkara svimjarum. Elspa Mørkøre og Pál Joensen eru sum væntað komin víðari til finalurnar í ávíkavist 200 og 400 frí, seinnapartin, og unga Astrið Foldarskarð úr Svimjifelagnum FLOT kláraði at svimja 30.92 í 50 firvald, har kravtíðin til Oyggjaleikir á Álandi var… 30.92.

DSC_0250

(Astrið Foldarskarð, savnsmynd frá Klaksvík National í mars 2008)

Elspa tyktiskt ikki at hava nakrar sum helst trupulleikar í sínum 200 frí, og Pál varð bara yvirhálaður av einum (fyri meg) óvæntaðum svimjara – nevniliga av juniorinum Frederik Siem Pedersen, sum sikkurt svam so skjótt tí at teir innleiðandi riðlarnir samstundis vóru avgerandi um hvør sum gjørdist juniormeistari. Men tíðirnar í hesum innleiðandi riðlunum siga ikki so nógv, av tí at teir bestu seniorarnir garanterað spardu seg til seinnapartin, og kanska Frederik eisini.

Mona svam eitt sindur frá sínari bestu tíð í 200 frí, sambært Jón Bjarnasyni tí at hon fyrireikaði seg uppá ‘pace’ til 1500 frí. Shaila, Katarina og Malan vóru eisini nakað frá sínum tilmeldingartíðum, og dragnaðu tí eitt sindur í mun til sínar styrkismetingar. Men tað var kanska væntandi, tá ið man hugsar um at tey vórðu so nógv seinkaði til Danmarkar í gjár, og tí ikki hava fingið fyrireikað seg heilt sum ætlað.

Astrið og Hildur royndu eftir oyggjaleikakravtíðini í 50 firvald, og her var tað so Astrið sum hesaferð dró longra stráið. Kravtíðin ljóðaði uppá 30.92 sekund, og Astrið svam 30.92, sum merkir at hon mest sannlíkt sleppur til Oyggjaleikir, um ikki ein onnur afturat Shailu troðkar hana av plássinum, við at svimja eina betri tíð. Men men, vit frætta úr Danmark, at Astrið heldur ikki svam heilt optimalt, og ætlanin er tí bestemt eisini at hon skal svimja skjótari, á komandi oyggjaleikaúttøkustevnu.

Seinnapartin eru tað altso Pál og Elspa sum skulu svimja finalur, frá umleið kl 16. Fylgið við á svimjing.com/live, har vit sum frægast royna at skapa yvirlit yvir alt tað sum fyriferst á stevnuni, og har man eisini kann síggja okkurt einstakt videobrot frá teimum í Esbjerg.

2 thoughts on “Astrið klárað Oyggjaleikakravtíð í 50 firvald”

  1. Lesið referat hjá Petur Heðini á http://www.fsvim.com, og hjá Jón Bjarnasyni á http://www.susvim.com / http://www.knassi.net

    Til dømis …

    Pál var tann einasti av teimun sum komu í finaluna, sum svam í Old Style svimjibuksum, og í kvøld klokkan 17:29 (dk. Tíð) svimur hann í fínum ”kampbúna” og så får den fuld gas.
    http://www.knassi.net/knassi_news_show.php?id=27294&number=17&width=

    … og …

    Hildur svam væl teir fyrstu 30 metrarnar, men tað skuldi ikki verða hesuferð at hon kom niðurum kravið til OYL
    http://www.fsvim.com/index.php?option=com_content&view=article&id=78:dm-byrja&catid=1:latest-news&Itemid=50

Ger viðmerking