Føroyingarnir trygdarlendu í Føroyum

Tiltikna ferðahepnið hjá Jón Bjarnasyni má hava verið uppá spæl aftur í morgun, tá ið SuSvim svimjararnir og Astrið úr FLOT fóru úr Vágum í øllum góðum, fyri síðani at skula lenda aftur í Vágum, tí at eitt hjól ikki vildi fara upp á pláss. Nú eru tey tí enn í Vágum, til einaferð kl 16 seinnapartin, og mugu so eftir øllum at døma taka taxa úr Keypmannahavn til Esbjerg í kvøld.

4 thoughts on “Føroyingarnir trygdarlendu í Føroyum”

  1. Eg síggi onga aðra loysn fyri Føroya framtíð og ferðasambandið til útheimin annars, enn at Jón Bjarnason fær sín egna flúgvara. Løgmaður kann so lána tað, tá ið Jón ikki er uttanlanda.

    Eitt Bombardier Learjet er sikkurt OK, um vit tuna motorarnar eitt sindur …
    http://en.wikipedia.org/wiki/Lear_Jet

    Skal eg stovna Facebook bólkin, ella er tað onkur annar sum vil?

  2. Eg stemmi fyri 😉
    Okur hava fingi góðan mat á 62N og slappa nú av áðrenn okur fara víðari til Billund. Eg havi fingi at vita, at okur fáa flogfar úr Reykjavík.

  3. Ei undur í at Magni Arge skundar sær at dementera sovorðnar søgur:

    Vit fáa boð klokkan 12:16, at tornið ringir og greiðir frá, at flúgvarin manglar at fáa at vita, um hjólið er komið upp. At teir vilja lenda um tríggjar minuttir, og at lendingin kanska fór at bera í sær, at flogfarið má stýrast út í bøin, sigur vakthavandi hjá politinum í Havn

    http://www.portal.fo/?lg=60263

Ger viðmerking