Upptakt til Danish Open 2009

Týsmorgunin byrjar danska meistarastevnan í langhyli, har m.a. 12 føroyskir svimjarar skulu luttaka fyri svimjifeløgini SuSvim, FS, FLOT, Aalborg og WestSwim. Útlitini til heiðursmerki eru sum kunnugt rættiliga góð, serliga hjá Elspu Mørkøre og Pál Joensen, og hartil er stevnan sum heild ógvuliga týðandi hjá øllum okkara luttakandi føroyingum, við tað at hon er ein av síðstu kjansum at klára kravtíðir til Oyggjaleikir og HM í summar.

Niðanfyri sæst mítt yvirlit yvir føroysku luttøkuna á Danish Open 2009. Eg skal royna at dagføra hetta leypandi, og eisini seta upp ‘live’ síðuna her á svimjing.com, til at geva okkum eitt yvirlit yvir hvussu tað gongst føroyingunum. Offisiella yvirlitið sæst her á svoem.dk, við startlistum og líknandi, og hartil fer at bera til at fylgja við ‘live’ her á livetiming.se.

Danska svimjisambandið hevur eina upptakt her, har vit m.a. kunnu lesa at Elspa er ein av favorittunum til at klára kravtíðir til HM í Rom í summar, av teimum dønum sum ikki longu hava klárað hetta. Hendan trupulleikan hevur Pál ikki, men fleiri av hinum føroyingunum eru í Danmark beinleiðis fyri at royna at klára kravtíðir til annaðhvørt HM og/ella Oyggjaleikir. Til dømis hevur Mona Simonsen ikki enn klárað kravtíðirnar til HM, og tær báðar Astrið og Hildur ætla sær nokk eisini at kempa um pláss á oyggjaleikaliðnum.

Kravtíðir til Oyggjaleikir kunnu síggjast her á ssf.fo, og aðrar føroyskar kravtíðir (til HM, EJM, NJM og líknandi) her

Donsku kravtíðirnar til HM síggjast her á svoem.dk, og sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar Svimjifelag, so er Elspa heilt nær kravtíðini í 100 rygg (skal svimja 1:01.10 og hevur tilmeldingartíð 1:00.98, umroknað frá stutthyljatíð)

3 thoughts on “Upptakt til Danish Open 2009”

  1. It looks like you’re trying to reach a section of the spreadsheet that no longer exists.

    Men hetta fixar Rókur skjótt 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.