Frá SSF: FM/JM-stevnan í svimjing ár 2009

SSF bjóðar aftur í ár til FM/JM-stevnu í svimjing sum verður í svimjihølluni í Gundadali í Tórshavn í døgunum 8, 9 og 10 mai 2009.

Hesi kunnu luttaka til FM/JM:

Øll, ið hava svomið bronsunálatíðina, ið er 305 stig ella meira í 25 ella 50 metra hyli.

Kostnaðurin fyri einkultstart er kr. 15,- og fyri liðsvimjing kr. 60,-.

Kvittan skal verða SSF í hendi áðrenn FM/JM byrjar. Peningurin skal flytast á konto 9865 4953732 í Norðoya Sparikassa.

800 m frí og 1500 m frí er beinleiðis finala fyrrapart.

Juniormeistarnir verða funnir í innleiðandi kapping um morgunin, og FM-vinnararnir verða funnir í finalunum um kvøldið

Um bert ein riðil er tilmeldaður, verður svomið sum finala um kvøldið..

Luttakandi feløg hava hjálparfólk við, og svimjinevndin setur seg í samband við tykkum/hjálparfólk hesum viðvíkjandi.

Tilmeldingarfílurin verður sendur út í nærmastu framtíð.

Vinarliga

SSF Svimjinevndin

Kappingarnar verða hesar:

Fríggjadagur 8 mai 2009 fyrrapart

1: 100 frí kvinnur
2: 50 firvald menn
3: 200 blandað kvinnur
4: 200 bringa menn
5: 800 frí kvinnur
6: 1500 frí menn
7: 50 firvald kvinnur
8: 200 rygg menn
9: 100 rygg kvinnur
10: 200 blandað menn
11: 50 bringa kvinnur
12: 100 frí menn
13: 4×100 frí kvinnur
14: 4×100 blandað menn

Leygardagur 9 mai 2009 fyrrapart

15: 400 frí kvinnur
16: 100 firvald menn
17: 200 firvald kvinnur
18: 400 frí menn
19: 100 bringa kvinnur
20: 50 rygg menn
21: 200 rygg kvinnur
22: 100 blandað menn
23: 400 blandað kvinnur
24: 100 bringa menn
25: 50 frí kvinnur
26: 50 frí menn
27: 4×100 blandað kvinnur
28: 4×100 frí menn

Sunnudagur 10 mai 2009 fyrrapart

29: 1500 frí kvinnur
30: 800 frí menn
31: 100 blandað kvinnur
32: 400 blandað menn
33: 100 firvald kvinnur
34: 200 frí menn
35: 200 frí kvinnur
36: 100 rygg menn
37: 50 rygg kvinnur
38: 200 firvald menn
39: 200 bringa kvinnur
40: 50 bringa menn
41: 4×50 frí kvinnur
42: 4×50 frí menn

SSF

5 thoughts on “Frá SSF: FM/JM-stevnan í svimjing ár 2009”

  1. Grodan-fílan til FM er nú klár og viðfest her. Tilmeldingar skulu sendast til Svend Åge í seinasta lagi mánakvøldið 4. maj kl 21.00.

  2. Hmm hetta leggi eg ikki til merkis fyrr enn nú…

    “Um bert ein riðil er tilmeldaður, verður svomið sum finala um morgunin.”

    Er hetta so ?
    Hví so yvirhøvur hava finalur um kvøldið.. halló!
    So er bara at seedað alt eftir tíðum og koyra FM uppá 1½ dag, wupti!!! tað var so tað.

    Nei hetta má vera ein feilur. Ella hvat ?

  3. Hmmmm… er hatta ikki okkurt frá gamlari tíð av??? Okkurt við at SVF ikki tímdi at senda ein 1500 m., sum tók yvir 25 min. at svimja? Also vit snakka her um 12-15 ár síðan, ikki fyri at nakar skal føla seg raktan hehe;)

      1. Frá

        “Um bert ein riðil er tilmeldaður, verður svomið sum finala um morgunin.”

        Til

        “Um bert ein riðil er tilmeldaður, verður svomið sum finala um kvøldið.”

Ger viðmerking