Amerikanarar gera bíliga dieselolju úr algum

OK, nú eru vit heilt úti á eggini av hvat sum hevur við svimjing at gera; men Ingeniøren hevur í dag eina ógvuliga áhugaverda grein, um hvussu amerikumenn í dag kunnu framleiða dieselolju væl bíligari úr æti, enn tá ið tey til dømis gera biodiesel úr majs ella soyabønum. Tøknin er longu komin so mikið langt, at tey í Venezia í Italia ætla at byggja eitt orkuverk, har tað mesta av CO2-num frá dieselbrenningini enntá verður brúkt til at føða algurnar við.

Sum sagt, eitt sindur langt frá sjálvari svimjingini. Men nú vit mangla langhyljar og stutthyljar runt landið, so er tað væl viðkomandi, at loysnir finnast til at skapa orku burtur úr hitanum í sjónum, burtur úr saltinum í sjónum, og burtur úr algunum í sjónum. Ja, sjálvt saltið kann brúkast, sum tá ið norðmenn í 2007 bygdu eina prototypu uppá eitt saltorkuverk, og hálendingar nú ætla at gera tað sama, til at fáa elorku burtur úr prosessini tá ið feskvatn møtir saltvatni.

Eg haldi at okkara politikarar og SEV-fólk eiga at vakna, og skilja at vit hava minst líka nógvan sjógv rundan um okkum, sum feskvatn í áunum 😉

Og ja, tá havi eg her omanfyri sæð burtur frá alduorku, orku frá fjøru og flóð, og orku frá rákinum yvirhøvur. Havið er snøgt sagt ein ótømilig orkukelda, um bara vit tíma at brúka hana.

Ger viðmerking