WADA linkar um krøvini til TUE undantaksloyvi

Fram til 1. januar 2009 skuldu í prinsippinum øll skaffa sær undantaksloyvi til heilivág, um tey til dømis vóru astmatikarar sum íðkaðu ítrótt, og tí høvdu brúk fyri heilivág sum annars stóð á dopinglistanum. Men nú eru reglurnar broyttar, til at flest øll kunnu biðja um undantaksloyvini eftir møguliga dopingtest, meðan ítróttarfólk á altjóða støði framvegis skulu hava latið inn TUE undantaksloyvi áðrenn dopingtestina.

Offisielli føroyski teksturin kann lesast her á isf.fo:

Nýggjar dopingreglur um undantaksloyvi til heilivág (TUE) fyri 2009

Høvuðsbroytingarnar í reglunum eru, at munur verður gjørdur á ítróttafólkunum, alt eftir hvørjum støði, tey eru á.

Ítróttafólk í altjóða kappingum:

Ítróttafólk, sum eru á altjóða støði, skulu framvegis søkja um TUE sum áður. Fyri okkara ítróttafólk vil tað siga tey, sum luttaka í kappingum hjá europeiskum og altjóða sersambondum.

Hvørt einstakst altjóða ítróttasersamband skal gera ein lista yvir tær altjóða kappingar, har undantaksloyvi til nýtslu av heilivági krevst frá teimum. Upplýsingar um hendan lista fæst frá sersambondunum.

Onnur ítróttafólk

Onnur ítróttafólk, sum ikki luttaka í altjóða kappingum, nýtast í flestu førum ikki at biða um undantaksloyvi til heilivág frammanundan. Hesi skulu tó biðja um TUE, um so er at tey verða úttikin til dopingeftirlit, men tann umbønin skal ikki sendast inn fyrr enn eftir eftirlitið.

Undantikið eru tó tey, ið noyðast at taka S1 anabolskar steroidir, S2 hormonir og líknandi evnir, S3 stimulerandi evnir, og fyri ávísar ítróttir eisini P2 betablokkar. (S1, S2 o.s.fr. stendur fyri bólkin av evnum í dopinglistanum).

Samanumtikið

Samanumtikið eru reglurnar gjørdar lættari at umsita hjá flestu ítróttafólkum, men tað er ein góður vani hjá øllum, sum skulu taka einhvønn heilivág, at kunna seg um reglurnar fyri júst tann heilivágin. Hesar reglurnar finnur tú á www.antidoping.dk, og harafturat kann altíð viðmælast at tosa við við læknan um hesi viðurskifti.

Til ber eisini at lesa um nýggju reglurnar til dømis á heimasíðuni hjá Anti Doping Danmark, og á heimasíðuni hjá altjóða svimjisambandinum FINA. Eg eri persónliga eitt sindur í iva um hvør sum útpeikar hvørji ið eru á altjóða støði, tí ein og hvør kann jú í prinsippinum luttaka í altjóða kapping, bara við at fara til Hetlands ella Íslands. Men eg haldi meg ána at hesi fáa beinleiðis at vita, at tey (um neyðugt) eiga at lata inn TUE, møguliga í sambandi við at tey við hasum ADAMS eisini skulu fráboða hvar tey eru, til ein-og-hvørja tíð.

Í øllum førum kunnu okkara vanligu astmatikarar taka tað heilt róligt, og bara brúka sínar inhalatorar, inntil tey ein dag skulu uttanlanda at kappast, ella luttaka her heima á onkrari veruliga altjóða stevnu. Og so er tað væl bara at spyrja seg fyri, til ta tíð 🙂

One thought on “WADA linkar um krøvini til TUE undantaksloyvi”

  1. Dopingeftirlitið verður eftir øllum at døma eisini hert, til at bestu ítróttarfólk nú skulu siga frá hvar tey eru, og vera tøk, ein tíma um dagin, hvørt døgn. Nakrir belgiskir fótbóltsspælarar, flogbóltsspælarar og súkklarar stevna tí WADA, tí tey halda tað vera ímóti mannarættindunum, at skula siga 3 mánaðir áðrenn ein ávísan dag, hvar man er á tí degi. Hvønn dag.
    http://ekstrabladet.dk/sport/anden_sport/anden_sport/article1148080.ece

Ger viðmerking