Slutt við at føroyingar kunnu seta donsk met

Sum tit kunnu lesa her á heimasíðuni hjá danska svimjisambandinum, so hava danir nú broytt reglurnar fyri hvør sum kann seta danskt met, til at tað ikki longu ber til hjá føroyingum og grønlendingum at seta sovorðin, uttan so tey beinleiðis hava skift til at hoyra til danska svimjisambandið. Broytingin verður framd við afturvirkandi kraft, og tey nevna beinleiðis at Pál Joensen hervið missir síni donsku met.

Teksturin á www.svoem.dk er soljóðandi

Ændring i bestyrelsens beslutninger i.h.t. vedtægterne angående færøske/grønlandske svømmeres mulighed for at sætte danske rekorder

På et bestyrelsesmøde i Dansk Svømmeunion den 11. marts er det besluttet, at det fremover kun vil være muligt for en færøsk eller grønlandsk svømmer at sætte danske rekorder såfremt denne udelukkende har tilknytning til Dansk Svømmeunion og således ikke repræsenterer svømmeforbundet i Grønland eller Færøerne.

Ovennævnte beslutning er gældende med tilbagevirkende kraft, hvilket betyder, at den færøske svømmer, Pál Joensen, der p.t. optræder som rekordindehaver af fire danske juniorrekorder, fremover ikke vil stå som rekordindehaver.

Ændringerne vil fremgå af hjemmesiden mandag, den 30. marts.

3 thoughts on “Slutt við at føroyingar kunnu seta donsk met”

  1. At Pál hevur svomi væl undir tey donsku junior metini í 50m hyli í 400, 800 & 1500m fleiri ferðir, eins og hann sjálvandi hevur gjørt tað í 25m hyli í 200, 400, 800 & 1500m. Hann hevur sett íalt 12 donsk junior met, og eg havi sikkurt gloymt okkurt. Men er tað ikki floytandi….. tað eru jú donsk met 😉
    Men hugaligt at vita, at tey føroysku juniormetini eru so nógv betur enn tey donsku. Nú verður spennandi at síggja um nakar danskur junior ger tað betur enn Pál nú okur fara til Danish Open í Esbjerg sum byrjar næsta týsmorgun og heldur á fram til sunnukvøld. Og so skal Pál vikuna aftanná svimja til DM fyri lið í 25m hyli við vinarfelagnum hjá Susvim, Aalborg Svømmeklub. Aalborg er í Svømmeligaen, og skal kempa fyri ikki at fara niður í 1. deild. Pál gjørdi munin seinasta ár, og tað fingu nógvir danir ilt í endan av hehe.
    Tað unga liðið hjá Aalborg eigur at klára seg uttan Pál í 2010, menningin hevur veri heilt stór síðan ein íslandskur venjara tók um endan. Og onkur ungur profilur er á veg upp ímóti stjørnunum.

  2. Jón Bjarnason fortelur nú frá tekniska fundinum á DM í Esbjerg, at tað heldur ikki fer at bera til hjá føroyingunum at gerast danskir meistarar. Havi hug at halda, at vit skulu taka hetta sum rós 🙂

    1. Bjarnason hevur nú fingið váttað, at Pál sum danskur ríkisborgari kann verða danskur meistari, av tí at hann á DM svimur fyri Aalborg. So tað eru altso tey bæði sum kunnu gerast meistarar, Elspa og Pál, meðan restin ‘bara’ svimur fyri tíðina og heiðurin.

Ger viðmerking