Eitt sindur um vitjanina hjá Rein Haljandi

Ja, so er tað longu í morgin at estiski professarin kemur til Føroya, og í ovurmorgin at svimjararnir skulu filmast. Tey 16 útvaldu skulu vera klár at svimja við toppferð frá kl 10.00 av, fríggjamorgunin, og verða so ein og ein filmaði í 5-8 minuttir, meðan tey starta og venda og svimja sína sergrein. Eftir tað hendir ikki so nógv, fyrr enn tey og venjarar teirra leygardag og sunnudag aftur ein og ein fáa videoirnar eftirmettar av Rein Haljandi.

DSC00792

Tíðarætlanin fríggjamorgun er hendan:

09:00-10:00: Upphiting til videotest
10:00-12:00: Videotest
12:00-14:00: Møgulig eftirfylgjandi venjing

Upphitingin er so at svimjarin kann finna sín teknikk, og er fyrireikaður uppá at svimja sítt besta kl 10. So verður væntandi ein lítil felags fyrireiking uppá tað sum skal henda, og síðani bara full drøn á kassan til øll eru liðug. Og við tað at talan er um at svimja nakrar ferðir við fullari ferð, so hava vit reserverað okkum geilir eisini aftaná, til at kunna svimja út og eventuelt venja meira.

Leygarmorgunin kl 08:00 byrja so eftirmetingarnar:

Evaluering leygarmorgun …

08:00-08:45: Cecilia Eysturdal, Ægir, crawl
08:45-09:30: Alvi Hjelm, Ægir, crawl
09:30-10:15: Katarina Lamhauge, SuSvim, breast
10:15-11:00: Shaila millum Garðarnar, SuSvim, crawl
11:00-11:45: Mona Simonsen, SuSvim, crawl
11:45-12:30: Pál Joensen, SuSvim, crawl

Evaluering leygardag …

13:30-14:15: Jón Hofgaard, SuSvim, breast
14:15-15:00: Eyðbjørn Joensen, SuSvim, crawl
15:00-15:45: Turið S. Christiansen, Reki, breast
15:45-16:30: Kári J. á Høvdanum, FS, back
16:30-17:15: Hildur á Fløtti, FS, butterfly
17:15-18:00: Poula Ø. Mohr, FS, back

Evaluering sunnumorgun …

09:00-09:45: Astrið Foldarskarð, FLOT, butterfly
09:45-10:30: Birita Debes, FLOT, back
10:30-11:15: Magnus Jákupsson, HS, back
11:15-12:00: Óli Mortensen, HS, crawl

Her er skipanin tann, at einans svimjarin sjálvur, venjari hansara og kanska nøkur einstøk onnur umboð fyri svimjifelag ella svimjisamband verða til staðar, meðan Haljand greiðir frá. Hetta er eftir áheitan frá professaranum sjálvum, við tað at hann hevur nakrar minni hepnar royndir av at hava havt ov nógv fólk til staðar undir eftirmetingini. Allar eftirmetingar verða filmaðar, til svimjaran at kunna hyggja at seinni, og svimjarin fær hartil sjálvsagt eintak av upptøkunum hjá Haljandi sjálvum.

31012009315

Hetta fyrigongur seg alt í svimjihøllini í Gundadali, við svimjing sjálvsagt í kappingarhylinum, og eftirmetingar í nýggja HS rúminum uppi á balkongini. Professarin viðmælir at svimjararnir fara beint útí eftir eftirmetingina, at royna tað sum tey hava fingið viðmælt at rætta uppá, og Svimjisambandið hevur tí eisini biðið sær tveir geilir, allan leygardagin og sunnumorgunin. Svimjararnir kunnu vænta sær okkurt at eta á døgverða fríggjadagin, og væntandi eisini leygardagin, í tann mun sum tey eru upphongd av tiltakinum.

Leygarkvøldið bjóðar formaðurin í Svimjisambandi Føroya so venjarum, landsliðsnevnd og Rein Haljand til ein óformellan døgverða, áðrenn Haljand fer av landinum aftur sunnudagin.

Ger viðmerking