Estiskur professari skal kollvelta føroyska svimjing

Tíðindaskriv frá SSF:

Svimjisamband Føroya sendi sum kunnugt Pál Joensen til Tallinn í januar mánaða, at verða testaður av estiskum professara í kinesiologi, sum er vísindin í rørslum hjá menniskjum. Royndirnar av hesum eru longu so mikið góðar, at Svimjisambandið hevur avgjørt at íverkseta eina størri verkætlan, umfatandi fleiri svimjarar, til meira ella minni at kollvelta føroyska svimjing.

31012009310

Ætlanin er at fáa Rein Haljand, professara, til Føroya hvørt vár og heyst, komandi trý árini, at filma og greina ein hóp av føroyskum svimjarum, við atliti til at betra teirra svimjiteknikk. Í fyrstu atløgu verða tey hesi 16, sum skulu filmast nú komandi fríggjadag, 27. mars 2009, og síðani eftirmetast saman við Rein Haljandi, leygardagin 28. mars:

  • Úr Svimjifelagnum Reka: Turið S. Christiansen
  • Úr Svimjifelagnum FLOT: Astrið Foldarskarð og Birita Debes
  • Úr Ægir: Cecilia Eysturdal og Alvi Hjelm
  • Úr Havnar Svimjifelag: Magnus Jákupsson og Óli Mortensen
  • Úr Fuglafjarðar Svimjifelag: Kári J. á Høvdanum, Hildur á Fløtti og Poula Ø. Mohr
  • Úr Suðuroyar Svimjifelag: Pál Joensen, Shaila millum Garðarnar, Mona Simonsen, Katarina Lamhauge, Jón Hofgaard og Eyðbjørn Joensen

Tey 16 eru vald út í samráð við venjarar og feløg, har hugt varð at teirra svimjidygd, teirra ágrýtni, og eisini partvís samansetingini av sergreinum, aldursbólkum og feløgum. Hesi 16 eru nøkur av teimum, ið føroysk svimjing væntar sær allarmest av, beint nú og næstu árini, men her er sjálvsagt opið fyri at summi fella frá og onnur koma til.

31012009305

Síðuleypandi íverksetur Svimjisambandið eina verkætlan, har videokønar eldsálir í Føroyum geva eisini teimum svimjarum møguleika at verða filmaðir á samanberiligan hátt, sum ikki í fyrstu atløgu fingu pláss í hópinum hjá Haljandi. Ein videoportalur verður settur á stovn, har øll kunnu síggja allar videoir, sum serliga venjarar síðani kunnu nýta til greining og referensu í sínámillum samskifti.

Skráin fyri vitjanina hjá Rein Haljandi í Føroyum er hendan:

  • Fríggjadag 27. mars kl 10:00-13:00: Videoupptøkur í Svimjihøllini í Gundadali
  • Fríggjadag 27. mars kl 17:00-21:00: Fyrstu svimjarar verða greinaðir
  • Leygardag 28. mars kl 08:30-18:00: Írestandi svimjarar verða greinaðir

Svimjisambandið væntar sær heilt nógv av hesum verkætlanum, bæði tá ið tað kemur teir til svimjarar sum sleppa at verða eftirkannaðir av Haljandi, og tá ið tað kemur til restina av føroyskari svimjing. Vit fáa staðfest hvussu støðan er við svimjiteknikki í føroyskari svimjing sum er, í mun til ta heimselitu sum Rein Haljand hevur testað í eini 20 ár, og kunnu síðani samanbera og fylgja við gongdini framyvir. Vit fara at fáa málrættaða leiðbeining, frá einum manni við universitetsútbúgving í svimjing. Føroysk svimjing hevur seinastu árini nátt sera langt takkað verið einum høgum støði í svimjifeløgunum. Hetta støðið vil Svimjisambandið stuðla undir við at millum annað hesum tiltaki har vit heinta tað besta til Føroyar, bæði til gleði fyri svimjarar og venjarar. Verkætlanin við Rain Haljand kemur at kosta Svimjisambandinum umleið 150.000 krónur árliga, og verður nú arbeitt við at skaffa fígging til hetta framhaldandi arbeiðið.

DSC00834

Ynskja tit fleiri upplýsingar, kunnu tit ringja til formannin í Landsliðsnevndini, Rók í Jákupsstovu á telefon 21 97 54, ella formannin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy á telefon 59 45 55.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.