Eingir Oyggjaleikir í Føroyum ár 2015

Sum tit kunnu lesa her á isf.fo, so hevur Ítróttarsamband Føroya nú slept ætlanunum um at hava Oyggjaleikir í Føroyum ár 2015, við støði í verandi ítróttaanleggum, verandi gistingarmøguleikum, fíggjarligu støðuni í samfelagnum, kostnaði hjá hinum londunum at koma higar, “og ikki minst, hvørjar aðrar oyggjar bjóða seg fram at vera vertir fyri Oyggjaleikunum í 2015”. Niðurstøðan er eisini grundað á, at stórt og umfatandi og ikki minst kostnaðarmikið tilfar skal framleiðast innan 1. september í ár, tá freistin at bjóða seg fram til 2015 fer. Tann pening metir ÍSF seg ikki at eiga at nýta, nú møguleikarnir allíkavæl ikki eru so góðir at fáa leikirnar.

One thought on “Eingir Oyggjaleikir í Føroyum ár 2015”

  1. Skaðafró kunnu skemta sær við at hyggja at ætlanunum hjá Visjón 2015:
    http://www.visjon2015.fo/ew/media/Visjon2015/Tak%20ni%C3%B0ur/Mentan2.pdf

    Gullkorn eru til dømis:

    • Kommunurnar samstarva um at byggja ítrótta- og rørsludeplar kring landið
    • Allir aldursbólkar skulu uttan mun til førleikar kunna taka lut í onkrum rørsluvirksemi
    • Útbúgvingartilboð eru til føroysk og útlendsk ítróttafólk og -leiðarar
    • Føroyar eru sjónligar í altjóða ítróttasamstarvinum, taka ábyrgd og hýsa altjóða tiltøkum
    • Gjørd verður ein landsætlan 2007- 2015 fyri íløgur í landsítróttaanlegg, ið lúka altjóða treytir
    • Ein menningarskipan verður gjørd, har ung evnarík ítróttafólk fáa bestu umstøður at menna seg í síni ítróttagrein
    • Í sambandi við altjóða ítróttatiltøk verður øktur dentur lagdur á at marknaðarføra og bøta um umstøðurnar at vera vertur fyri teimum

    Nú skal eg ikki fara at snakka politikk her… men talan er altso um sjálvt hjartabarnið hjá umleið somu samgongu, sum tann ið situr nú (/enn). Lesið bara hvat Jóannes Eidesgaard, Hans Pauli Strøm og hinir siga her:
    http://www.visjon2015.fo/Default.aspx?gid=f05fb462f-76f5-4b4a-a90a-af373e53f56b

    Og verandi løgmaður hevur eisini beinleiðis tikið visjónina fram aftur, sum vit kundu lesa í Portalinum tann 6. januar 2009 …

    Kaj Leo Johannesen fer í næstum at tosa við landsstýrismenn um tey mál, sum vórðu sett í visjón 2015

    Síðan gamla ABC-samgongan við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni slitnaði, hevur lítið og einki verið at hoyrt til visjón 2015.
    Nú tekur Kaj Leo Johannesen arbeiðið, sum tá varð gjørt, framaftur.
    Á landsstýrisfundi í dag var visjón 2015 til viðgerðar, og nú fer løgmaður at hava fundir við hvørt landsstýrisfólkið sær.
    – Eg fari í næstum at hava ráðleggingarfundir, sonevndar løgmansfundir, við hvørt landsstýrisfólk sær, har vit í felag viðgera støðuna og leggja ætlanir á einstøku málsøkjunum. Ætlanirnar verða gjørdar við støði í teimum átøkum, sum hava bráðfeingis tørv, samgonguskjalinum og Visjón 2015.
    Endamálið er at tryggja, at yvirskipaði politikkurin hjá landsstýrinum og samgonguni hongur saman, og at úrslitini ásett í samgonguskjalinum verða rokkin, sigur løgmaður í tíðindaskrivi.

    So her er altso talan um okkurt mismatch millum tað sum samgongan sigur, og tað sum t.d. Ítróttarsamband Føroya trýr uppá. Og líka mikið hvat samgongan fer at siga nú, so kunnu tey ikki umbera seg við ‘fíggjarkreppu’, líka aftur til 2006.

Ger viðmerking