Tveir bretar undir heimsmetið í 400 frí

Man má siga at bretar verða bara meira og meira klárir til OL í London 2012, nú Rebecca Adlington á bretsku langteinameistarastevnuni í gjár mátti noyðast við silvur við tíðini 4:00.89, hóast hon var undir ‘gamla’ heimsmetið hjá Federica Pellegrini á 4:01.53, tí at (eisini bretska) Joanne Jackson vann gull og setti heimsmet við tíðini 4:00.66. Les SwimInfo

One thought on “Tveir bretar undir heimsmetið í 400 frí”

  1. Handan videoin er eitt skúladømi í hvussu eisini longri teinarnir krevja 6-takts beinspark í dag. Hygg at hvussu vatnið skúmar aftanfyri tær báðar í miðjuni, í mun til hjá teimum báðum sum svimja báðu megin við. Hatta er munurin millum at gerast nr 1 og 2, og at gerast nr 3 og 5 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.