So er Dubai sáttmálin samtyktur

Allar svimjidraktir, verandi sum komandi, skulu latast inn til FINA at eftirkannast áðrenn 31. marts 2009, um tær skulu kunna nýtast á HM í Rom í 2009. Fyrr nevndu avmarkingar verða galdandi fram til 31. desember 2009, at draktin má ikki dekka nakka ella út um akslar og øklar. Draktin má ikki skapa luftlummar, og má í mesta lagið verða 1 mm tjúkk. Hon má ikki flóta meira enn 1 Newton (t.e. 100 gr), og FINA skal sum nevnt eftirkanna allar áðrenn 31. mars 2009, sum skulu nýtast fram til 31. desember 2009. Draktin má ikki stimulera svimjaran á nakran hátt, við t.d. pínudoyving ella útlát av onkrum kemiskum/medisinskum, elektro-stimulatión ella líknandi. Loyvt er ikki at tillaga draktirnar til serstakar svimjarar, og svimjarin má ikki brúka meira enn eina í senn.



Eftir 1. januar 2010 skulu allar draktir lúka nevndu treytir, um draktirnar skulu kunna nýtast á FINA stevnum og Olympisku leikum, umframt at tær skulu lúka ávísar treytir um ‘permeabilitet’, sum eru at í mesta lagið 50% av flatuni av draktini má vera totalt vatn- og lufttætt, fordeilt sum 25% á yvirpartinum og 25% áundirpartinum.

Hann sjálvur Craig Lord á www.swimnews.com hevur sjálvsagt nógvar viðmerkingar um nýggju reglurnar, fyrst í sambandi við slatur um hvussu reglurnar fóru at verða, og síðani nú sum tær vórðu almannakunngjørdar. Hann nevndi millum annað fyrst í morgun, at har var prát um at draktirnar skuldu latast inn eina viku áðrenn stevnu, at verða merktar við einum ID frámerki ella eini telduflís. Í seinnu greinini verður ikki nevnt so nógv um hetta við hvussu dómarar á sjálvum svimjistevnunum skulu kunna eftirkanna, at talan veruliga er um eina góðkenda drakt, og FINA nevnir heldur ikki nakað (enn) í tíðindunum um ‘The Dubai Charter’ á sínari heimasíðu.

Eg viðfesti ‘The Dubai Charter’, soleiðis sum tað kann finnast her á www.fina.org.

5 thoughts on “So er Dubai sáttmálin samtyktur”

  1. Tá ið eg lesi sovorðið sum hatta har “All swimsuits of an approved model must be constructed in an identical fashion with no variation/modification for individual swimmers from the samples submitted for approval”, so fari eg at hugsa um orðini hjá Dag Stormark, svimjilærara á Danmarks Trænerskole, at “hvis du behandler alle ens, så gør du forskel”.

    Heilt erligt… um man ger eina drakt sum er ‘standard’, so situr tann draktin sjálvsagt best á standard skapaðum svimjaranum. Og nú hesar draktirnar royna at tillaga fólk til eitt betri skap enn tey egentliga hava, so eru tað tá serliga tey sum eru longst frá tí optimala, sum fáa mest burtur úr. Til dømis sverir svimjarar, ella ótrenaðir svimjarar, sum vilja verða klænir og hava grótharða miðju.

    Og øvut, hvat forðar egentliga einum framleiðara í (meira ella minni kamuflerað) at gera eina drakt sum hóskar best til ein ávisan svimjara, líka mikið um hann kanska er ekstremt ónormalt bygdur? Tað er jú bara at koyra hana á marknaðin, fáa hana ígjøgnum test, og so síggja at øll onnur velja hana frá. Úrslitið er tað sama, at viðkomandi tá hevur eina sergjørda drakt.

    Skapið á menniskjum fylgir væl eini normalfordeiling yvir ‘miðal’, har miðal er óviðkomandi hjá okkum í svimjing, tí vit leita eftir tí perfekta. Til nú hava nøkur fá havt hetta perfekta skapið, vegna síni gen og/ella sína venjing. Tað eru sikkurt nógv sum halda og hava hildið tað vera órættvíst, at summi vóru bara fødd til svimjing. Men soleiðis hevur tað nú verið, og soleiðis vil tað vera, so leingi sum tú blakar fólk í eina vanliga drakt og so biður tey kappast.

    Og tað eru altso hesi ‘natural born swimmers’, sum missa mest, nú øll onnur kunnu keypa seg til perfekta skapið. Tak eina viðmerking sum hesa, gott nokk hjá Craig Lord á SwimNews, um amerikanska ryggsvimjaran Natalie Coughlin:

    Natalie Coughlin has oft been used as a pawn in the “see – it’s not the suit” camp. When she says “we’ll, I don’t think it makes a big difference at all”, she’s telling it like she sees it. She trained on core strength for years to do what she’s great at. Her progress from 2002 to 2004 to 2007 to 2008 is knocked into a cocked hat by most of the 57 others who by Beijing had swamped the all-time world rankings in the 100m backstroke (at a glance, the average new annual intake to that 100 club each year for the past 20 has been around 15)

  2. SwimmingWorld Magazine skrivar her:

    That meeting developed a set of restriction proposals that the Bureau has now implemented effective immediately until Dec. 31, 2009.

    Síggi nú at tað stendur eisini niðast í hasum offisiellu tíðindunum á fina.org. the Bureau approved the “Dubai Charter” (see attached document) to be immediately implemented

    So tað vil siga, at hesar superdraktir frá nú av ikki eru góðkendar, fyrr enn tær hava verið testaðar av nýggjum?

    Tað stendur jú í grein “i”, í hasum har Dubai Charter: All swimsuits to be used during the period of application shall be submitted, even if previously approved

  3. Nú er Craig Lord jú óógvuliga subjektivur, viðvíkjandi superdraktum, men altso …

    “I know of swimmers, specifically women swimmers, who have been told by coaches to pack weight on, put the pounds on, because the suit will work better than way.”
    http://www.swimnews.com/news/view/6717

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.