Brúk fyri eini BlueSeventy ‘superdrakt’?

SwimFaster.dk lýsir nú rættiliga ógvusliga á www.swimnews.dk, at tey kunnu levera BlueSeventy Nero Comp heildraktir fyri tilboðsprís 2600 krónur (vanligur prísur DKK 3400), áðrenn DM tann 7.-12. apríl, um tú bíleggur áðrenn 9. mars kl 12:00. Nero draktin er ein tann mest kontroversiella í løtuni, við tað at hon í stóran mun er gjørd úr neopren, og tí minnir meira um eina vátdrakt enn um eina svimjidrakt. Sambært framleiðaranum kann hon halda til at verða nýtt heilar 25 ferðir, ella umleið dupult so nógv sum vit hava hoyrt um t.d. Speedo LZR Racer. Men hinvegin, so er hetta ein av teimum draktum sum eru mest í vanda fyri at verða bannaðar av FINA, nú á fundinum 12.-14. mars.

One thought on “Brúk fyri eini BlueSeventy ‘superdrakt’?”

Ger viðmerking