Her er rokniarkið sum finnur kravtíðirnar

Viðfest er rokniarkið sum vit hava brúkt til at áseta nýggju kravtíðirnar við. Í stuttum er mannagongdin, at lættastu heiðursmerkjatíðir fyrst eru tastaðar inn frá trimum teimum undanfarnu stevnunum av sama slag. Tað vil siga oftast bronsutíðin; uttan í teimum førum har tvær silvur vórðu givnar, heldur enn ein silvur og ein bronsa. Rokniarkið finnur so meðaltíð av teimum trimum tíðunum, og roknar síðani kravtíðina út, við at leggja tað prosenttal afturat sum sæst ovast á kolonnuni við kravtíðum. Hetta tal kann forrestin broytast, til at síggja hvørjar kravtíðirnar vildu verið, um prosenttalið var ørvísi.

EJM_50_frí_menn_lineært

Eg havi til stuttleikar eisini lagt nakrar forsagnir afturat, har rokniarkið roynir at spáa um ‘heiðursmerkjakravtíðina’ á tveimum teimum næstkomandi stevnunum. Altso hvør tíð sum krevst til at fáa lættasta heiðursmerki, á stevnuni í ár og næstu ferð. Onnur forsøgnin er um gongdin er rættlinjað (altso ein bein strika), og hin um gongdin er eksponentiell (tvs. meira sneidd). Men lat meg heldur ávara ímóti at líta alt ov nógv á hesar forsagnir; tí fyri tað fyrsta er hetta fyrstu ferð at eg royni hatta har við ‘eksponentiellari gongd’, og fyri tað næsta veit rokniarkið lítið og einki um nýggju superdraktirnar 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.