2 thoughts on “So eru kravtíðirnar klárar til HM, EM, EJM og NJM 2009”

  1. Eg eri opinbart komin til at skriva bronsutíðina frá 2007 í 50 firvald hjá kvinnum á EJM sum 25.57, heldur enn 27.57. Og kravtíðin varð tí 28.27 á langbana, 27.71 á stuttbana, heldur enn ávíkavist 28.98 og 28.40. Ein heldur ógvusligur munur.

    Eg havi tí eftirhugt allar tíðir sum liggja til grund fyri kravtíðunum til EJM, og dugi ikki at finna fleiri feilir. Men vinarliga takið alt við ávísum fyrivarni – um ein tíð sær heilt galin út, so kann tað vera vegna ein simplan inntastingarfeil.

  2. Um tit vilja hava kravtíðirnar á tykkara heimasíðu, soleiðis at tær dagførast tá ið vit dagføra tær, so er tað bara ein spurningur um at duga at seta hendan stubban inn í HTML-kotuni hjá viðkomandi síðu:

    <iframe src=”http://docs.google.com/View?docID=ddz9vrf5_1g5r233g8&revision=_latest” height=”1200″ width=”100%”></iframe>

    Stilla uppá hasi virðini fyri ‘height’ og ‘width’, um støddin ikki passar heilt til heimasíðuna.

Ger viðmerking