So er svimjing.com 2 ár

Vit byrjaðu á vári 2007 við at hita upp til Oyggjaleikir á Rhodos, og hava síðani upplivað stórhendingar bæði har og á NJM í Føroyum, á donskum meistarastevnum, EJM í Beograd, World Cup í Stockholmi og EM í Rijeka. Umframt á øðrum stevnum, so sum Reykjavík International og Køge Open, umframt sjálvsagt her heima hjá okkum sjálvi eisini. Fyri so nú at skula til Oyggjaleikir og HM í summar, við sannlíkindi fyri eisini har at fáa okkara bestu úrslit nakrantíð.

svimjing_com_stats

Heimasíðan her hevur tí náttúrliga upplivað stóra framgongd eisini, hesi bæði árini. Fyrsta árið var gott, viðvíkjandi ferðslu, og næsta varð so nógv betri. Her eru nøkur lyklatøl sum eg listaði upp í fjør, samanborin við somu tøl fyri í ár.

Lyklatal Fyrsta ár Annað ár Tilsamans
Greinar skrivaðar 470 785 1255
Viðmerkingar 759 861 1620
Vitjanir 36.616 61.986 98.602
‘Síðuvísingar’ 107.275 188.163 295.438
Síður/vitjan 2,93 3,04
Flest vitjanir sama dag 272 (8/5-2007) 1087 (12/11-2008)
Flest síðuvísingar 1573 (7/5-2007) 3896 (11/11-2008)

Mest vitjaði postur er nú, út yvir sjálva forsíðuna, ‘Live’ síðan sum vit nýta tá ið streamað verður frá stevnum. Hon hevur sambært uppteljingunum her verið vitjað einar 2398 ferðir, har toppskorarin í fjør var “So er startlistin til FM klárur” við 796 vitjanum. Nú er ‘Live’ síðani jú eitt sindur serlig, við tað at hon verður endurnýtt fleiri ferðir, og veruligi toppscorarin er tí “Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun”, sum til nú er vitjað 936 ferðir.

Men hesi tøl dekka altso bara tað sum fyrigongur á sjálvari heimasíðuni, og altso ikki allar vísingarnar av videoum á Kyte, svimjing.blip.tv, YouTube, Ustream, Flickr, og so framvegis. Kanska eitt sindur misvísandi, við tað at tann heilt tunga ferðslan fyrigongur við hjálp av hesum tænastum. Men soleiðis er tað nú einaferð, so leingi sum tað ikki loysir seg at seta upp sína sína egnu streaming-loysn.

Annars er framtíðin ógvuliga lovandi, sum sagt bæði viðvíkjandi tí ítróttarliga, og tí at vit nú hava nógv betri møguleikar at heinta inn tilfar. Her eru eftirhondini nokk so nógv tól í taskuni, til at taka upp ljóð, filma, taka fotomyndir osfr, og okkurt nýtt er eisini í stoypiskeiðini. Hartil er tað ein øgilig hjálp, at tit sum fara út á stevnur tíma at lata inn myndir og tílíkt, til at seta eitt sindur av kulør á tekstin. Og so havi eg jú sjálvur fingið eyka møguleikar, her tað seinasta árið, vegna mínar uppgávur fyri Svimjisambandið. Vónandi finni eg útav at hava eina rímiliga balansugongd, millum at arbeiða fyri SSF, og samstundis røkja eina rímiliga óhefta men jaliga heimasíðu, føroyskari svimjing at frama.

6 thoughts on “So er svimjing.com 2 ár”

  1. Hey Rókur
    Fyrst tillukku við síðuni, um man kann siga tillukku við eina heimasíðu.
    Tú hevur lagt eitt stórt arbeiði í at kunna okkum onnur um hvat gongur fyri seg í svimjiheiminum og ikki minst hvat hendur her heima hjá okkum.
    Heimasíðan http://www.svimjing.com og verður hon vitja av mær hvønn dag.
    Øll góð ynskir
    Vinarliga

    Sigurd L. Lamhauge

  2. Góði Rókur

    Skal ikki lata ein føðingardag fara afturvið borðinum, uttan at bera ein kvøðu til føðingardagsbarnið og “pápan” aftan tí. Tað arbeiðið, ið tú hevur lagt í hesa síðu kann ikki virðismetast nóg nógv. Veruleikin at vit í Føroyum eiga eitt stað har tað fríaa kjakið um ítrótt okkara sleppur fram, er einastandandi.

    Stóra tøkk og hald á, við hesum megnararbeiðið. Svimjing.com er staðið vit mekja pulsin í føroyskari svimjing.

    Við Svimjikvøðu
    Jon Hestoy

  3. Tillukku Svimjing.com
    man kann neyvan takka rókur og teimum sum hjálpa honum nó nógv,
    fyri tað stóra arbeiði sum verður gjørt á svimjing.com
    hald á við tí sum tit gerða
    hv
    Dan Hjelm

  4. Rókur bjóðaði kaku í gjár á Toftum. Men um tað var tí at svimjing.com fylti 2 ár ella tí hann etur kaku hvønn sunnudag, tað veit eg ikki 🙂

    Drupal kaka
    (hálvgum tilvildarlig mynd)

    1. Handan kakan er gott nokk misvísandi. Gevið gætur, folkens, at hatta IKKI er búmerkið hjá svimjing.com, men í staðin bara standard búmerkið sum fylgir við heimasíðuskipanini (sí http://www.drupal.org).

      Svimjing.com hevur stadigvekk einki búmerki enn… men ynskir sær eitt. Hint hint, nudge nudge 🙂

  5. Tíverri havi eg ikki verid so nógv uppi í svimjingini seinasta árid, men eg vil bert ynskja tær tillukku vid heimasíduni Rókur. Tú hevdi eina ætlan um at tilevna eina heimasídu um svimjing, sum kundi savna svimjiáhugadi – og hetta er veruleiki nú. Eg veit, at byrjanin var trupul, og at tad liggur ótrúliga nógv arbeidi aftanfyri tad úrslitid, sum vit síggja í dag…

Ger viðmerking