Astma millum svimjarar ikki verri enn hjá øðrum úthaldnisíðkarum, sigur danska svimjisambandið

Dansk Svømmeunion hevði nú tann 22. januar ein ‘Gå-hjem’ fund um astma og inniklima, í sambandi við at ein ph.d.-kanning í heyst staðfesti serliga høgan títtleika av astma millum úrvalssvimjarar. Tit kunnu lesa ein samandrátt her á svoem.dk, og annars dragi eg skjótt samanum her í tí fylgjandi.

Í stuttum, so ásannar danska svimjisambandið, at tað sjálvsagt er álvarsamt, um landsins bestu svimjarar verða sjúkir av at svimja, og skundar tí undir at fáa enn meira gransking innan økið. Men talan var um íðkarar sum svumu meira enn 20 tímar um vikuna, og “Faktisk anbefales det at gå til svømning, hvis man lider af astma”.

Gransking hjá Lars Pedersen, sum gjørdi ph.d.-kanningina, og sum var á hesum fundi og legði fram nú 22. februar, staðfestir at tað serliga eru úrvalsíðkarar innan úthaldnisítróttir sum verða raktir av astma, líka mikið um teir svimja ella til dømis íðka langrend.

Men tá tað er sagt, so vóru venjarar á hesum fundi á einum máli um, at inniluftin alt ov ofta er ov vánalig, og hallarvatnið ov skitið, serliga í sambandi við svimjistevnur. Trupulleikin við vatngóðskuni er opinbart tí at svimjararnir ikki er nóg raskir at vaska sær, meðan hitt við inniluftini tíverri er vegna eitt kompromis millum at hava nógv góða ventilatión, og at spara orku.

Har varð tosað um klor, og um hvussu til dømis Bernstoffsminde Efterskole við nýggjari tøkni hevur kunnað minkað um klornýtsluna til ein tíggjundapart. Tøknin hevur snøgt sagt yvirhálað lógarverkið, við tað at man nú kann klára seg við minni klor enn hvat minstamarkið ásetur. Verkætlanin á Bernstoffsminde Efterskole burdi verið lag á manni hjá føroyingum at kanna, við tað at tað er sjálvur Rene Thomsen, fyrrverandi HS-venjari, sum er ‘viceforstander’ á skúlanum.

Danska svimjisambandið ynskir sum sagt meira gransking av hesum við astma og svimjing, og í hesum sambandi skeyt Lars Pedersen upp at fáa kannað nakrar ungar svimjarar sum eisini vórðu testaðir í sambandi við ph.d.-granskingina. Har var úrslitið til nú, at tey enn, hóast nøkur fá ár við úrvalssvimjing, ikki høvdu meira astma, enn ‘vanligir’ skúlanæmingar í sama aldursbólki.

One thought on “Astma millum svimjarar ikki verri enn hjá øðrum úthaldnisíðkarum, sigur danska svimjisambandið”

Ger viðmerking