Draktframleiðararnir gjørt semju nú áðrenn fundin hjá FINA

Framleiðarar av hesum ‘superdraktum’ hava sambært SwimmingWorld Magazine havt fund her beint áðrenn fundin hjá FINA, at avtala ein felags front ímóti teimum sum vilja hava draktirnar heilt burtur. Tað mest áhugaverda er kanska tað sum framleiðararnir uttan nakað kunnu góðtaka: At har koma krøv um test av flótievni, eina mest loyvda tjúkd, eitt forboð ímóti at brúka fleiri draktir í senn, og at brúka tape, og at krøvini sum heild verða greiðari, so at framleiðararnir kunnu loyva sær at brúka pengar uppá nýggjar draktir, uttan at risikera at tær knappliga eru ólógligar.

One thought on “Draktframleiðararnir gjørt semju nú áðrenn fundin hjá FINA”

  1. Ella næstan. Ein kann hugsa sær at polyurithane verður brúkt sum eitt korsett. Altso at mittan hjá einum svimjara sum ikki tímir at styrkivenja seg uppá tað støði sum skal til, kann fáa kunstiga hjálp og hervið kompensera fyri vantandi “core strenght.” So tað er ikki bert Neoprene og flótueginleikin, sum er ein potentiellur trupuleiki. Tað verður spennandi at hoyra niðurstøðuna hjá FINA.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.