Oyggjaleikakandidatar 2009

Nú byrjar klapp-jaktin av álvara, um hvør sum sleppur við til Oyggjaleikir á Álandi. Hvørt land kann sum kunnugt bara luttaka við tveimum svimjarum í hvørjari grein, og Svimjisamband Føroya hevur hartil sett sína egnu kravtíð, at vera triðbesta tíð í finalunum á Rhodos í 2007. Sum so aftur merkir, at kravtíðin til Áland vildi hava givið bronsuheiðursmerki á Rhodos, uttan í førinum við 50 firvald hjá monnum, har tveir fingu silvur (har er kravtíðin tí tíðin hjá honum sum varð nr. 4, við tað at eingin varð nr. 3).

Her niðanfyri samanberi eg bestu tíðir á Rhodos, við tvær tær bestu tíðirnar sum okkara svimjarar hava svomið í svimjiárinum 2008-2009. Vit síggja at vit longu eru bara heilt væl fyri, við eini rúgvu av gull- og silvur- og bronsu-heiðursmerkjum í væntu. Og at onnur eisini liggja framvið, at sleppa við til Álands. Í summum førum havi eg tó ikki ásett nakra næstbestu tíð, av tí at tær (enn) eru í so langt burturi frá oyggjaleikakravtíðini:

Komið endiliga við rættingum, um onkur feilur er her!

One thought on “Oyggjaleikakandidatar 2009”

  1. Gev gætur, at hatta yvirlitið upprunaliga varð skrivað áðrenn Reykjavík International. Eg havi líka smekkað tíðina hjá Astrið inn í 50 firvald, at tí at eg uppdagaði at hon var betur enn hin sum stóð áðrenn. Og tað kann væl vera at onnur tilfeldi eru, sum eg ikki uppdagaði nú.

Ger viðmerking