Nú skulu bringu- og firvalda-sprintarar venda undir vatnskorpuni

Kanska er tað bara eg sum eri ‘ketta upp úr høvdatrog’; men eg hevði so ongantíð hoyrt um hetta, fyrr enn Haljand nú í Tallinn fortaldi um nýggju bringu- og firvalda-vendingina. Heldur enn at venda sum vit altíð hava lært, við salto aftur á ryggin, og snar til at koma aftur á búkin, skulu serliga sprintararnir nú bara dykka inn í vendingina, og so venda ‘sum á einum borðiski’. Sum Astrið roynir at læra seg, her í videoini niðanfyri …



Mín fyrsti tanki var sirka “Hey, hvat, halló?!?”, har í Tallinn, tí hetta var jú púra sum t.d. Per Hansen hevði hug at venda, fyri síðani at verða ‘rættaður’ av mær. Men Bjarnason var púra cool og segði “jú, hatta havi eg sæð Cameron van der Burgh gera”. Og við teimum báðum ímóti mær, var ikki nógv annað at gera, enn at fara heim at royna, við Astrið sum fyrstu prøvakanin.

Og her eina góða viku eftir Tallinn, sær tað út til at firvaldavending hjá henni (íroknað undirvatnsfasu) er umleið 0,5 sekund skjótari, tá ið hon hon vendir undir vatnskorpuni, enn tá ið hon vendir við anding og salto afturá. Vit eru ikki liðug at testa, men fyribils úrslitið er lovandi 🙂

Eg havi ikki enn funnið nakra video har Cameron van der Burgh vendir á handan hátt, men Jón vísti á eina har Kitajima ger nakað líknandi. Gott nokk við anding, men við meira ‘tallerki’ enn salto.

OG… her er videoin sum Haljand vísti okkum. Mike Mintenko, firvaldavending uttan anding !! …

Mintenko hevur nøkur sambært Haljandi fyrimyndarlig firvaldaspørk …

Og armtakið er breitt – eisini við vilja, og sambært ráðum frá estanum …

One thought on “Nú skulu bringu- og firvalda-sprintarar venda undir vatnskorpuni”

  1. Haljand er nokk so bersøgin, í videoini sum eg tók upp tá ið hann greiddi okkum frá teknikkin hjá Pál og teknikk yvirhøvur. “The first 50 meters, especially in the short-course, Go Go Go! And one breath more or less… I understand 200 butterfly” … [prát millum Bjarnason og hann] … “the 50 butterfly, for example, it is absolutely necessary to do this!”

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.