Eingin hevur enn ‘ordiliga’ svomið tvørtur um Atlantshavið

Denver Endurance Sports Examiner skrivar her rættiliga áhugavert um tað at Jennifer Figge herfyri varð søgd at svimja tvørtur um Atlantshavið, ella umleið 2770 miles, uppá 24 dagar, at “If she had (swum across the entire Atlantic Ocean per the earlier reports), she would have swum faster than Michael Phelps — pre-bong — hour after hour, day after day”.



Trupulleikin er nevniliga, at hasir atlantshavsfararnir fara uppí bátin at sova, eta og hvíla, og so reka við streyminum meðan tey eru umborð. Tað er teimum væl unnt, tí tað hevði nokk verið í so hart at skula fylgt somu treytum sum tá ið fólk til dømis svimja tvørtur um eingilsku kanalina, at tey ikki ein gang mugu nerta við bátin, í so langa tíð.

Men um tey VERULIGA vilja svimja tvørtur um kanalina, so heldur ‘the examiner’, at man skuldi skrásett við GPS hvar tey komu upp í bátin, og so koyrt tey útí aftur á sama stað, at svimja víðari. Og tað hevur opinbart eingin gjørt enn.

Ger viðmerking