Estiskur professari hjálpir føroyskum svimjarum

Tíðindaskriv frá SSF:

Svimjisamband Føroya er byrjað eitt samstarv við estiska professarin, Rein Haljand. Rein er professari í meniskjaligum kinetikki, t.e. rørsla. Í nógv ár hevur Rein Haljand kanna og rætta svimjirørslur hjá nógvum heimsstjørnum innan svimjing.



Svimjisambandið hevur sent Pál Joensen til Estland, har hann verður testaður av Rein Haljand leygardagin 31. januar. Hetta er fyrsta stig í eini samstarvsavtalu við heimskenda Rein Haljand. Ætlanin er at Reijn kemur til Føroyar í vár at kanna bestu føroysku svimjararnir.

31012009310

Mannagongdin er tann at svimjarin verður filmaður í hylinum, og verða rørslurnar síðani kannaðar og svimjarin fær so ráð um, hvussu betrast kann um teknikkin. Rein hevur gjørt hesar kanningar í nógv ár, og listin við heimsstjørnum er langur, t.d.: Salnikov, Popov, Thorpe, Sievenen, Frölander, Kammerling og Nordenstam. Til olympiski leikirnir í Athen í 2004 hevði Rein kannað 400 av teimum 800 svimjarunum, ið luttóku.

31012009305

Svimjisamband Føroya vónar við hesum tiltakið, at vit fáa betra um støðuna hjá okkara svimjarum.

Sí annars fleiri upplýsingar á hesum linkum:

http://www.swim.ee/

http://spn.dk/andensport/svomning/article1501353.ece

——–

Ynskja tit fleiri upplýsingar,
hittist formaður í Landsliðsnevndini Rókur í Jákupsstovu á telefon 59 75 59,
og formaðurin í svimjisambandinum Jon Hestoy á telefon 59 45 55.

2 thoughts on “Estiskur professari hjálpir føroyskum svimjarum”

Ger viðmerking