Um Jón gongur tað sum Pál svimur …

Eg havi eitt snilt ur sum sigur mær m.a., at eg vid at renna havi brent yvir 298.000 kaloriur (kcal) síðani eg keypti tað í juni 2007. Og tað fær meg so at hugsa: Hvat nú um Jón Bjarnason gongur teir 100 kilometrarnar um vikuna, sum Pál svimur? Altso aftur og fram eftir kantinum, so hvørt sum Pál etur banar.

Sambært dr.dk er roknistykkið sum ‘tummilfingraregul’ nokk so einfalt. “Kalorieforbrug (kcal) pr km tilbagelagt i gang eller løb = Vægt (kg)”. Tað vil siga, at um man vigar 70 kg og gongur ella rennur 1 km, so brennur man umleið 70 kaloriur.

Pál svimur sum kunnugt einar 80-120 km um vikuna. Um eg nú eri øgiliga fittur við Jón, og sigi at hann vigar 90 kg, so brennur Jón altso einar 7200-10800 kaloriur um vikuna, bara við at fylgja Páli fram við kantin. Vanliga sigur man at ein vaksin maður hevur tørv á einum 3-4000 kalorium um dagin. So um Jón skuldi valt at farið á slankikur, heldur enn at gingið kaloriurnar av sær á hendan hátt, hevði tað kravt at hann svøltaði seg einar 2-3 dagar hvørja viku.

So sig ikki at venjararnir ikki gera nakað 🙂

4 thoughts on “Um Jón gongur tað sum Pál svimur …”

  1. Um eg nú eri øgiliga fittur við Jón, og sigi at hann vigar 90 kg

    hahaha, Eg havi ikki veri so lættur síðan eg var 19 ár, men ok 😉
    Rættir menn viga 0,1 tons, just for the record :o)
    Spyr bara J.H. hehe.

  2. Man plagar eisini at siga, at 1 km svimjing er umleið tað sama sum 4 km renning. So um onkur vildi runnið tað sama sum Pál svimur, hevði tað kravt at man rann einar 320-480 km um vikuna.

    Eg tori slettis ikki at hugsa um, hvussu nógvar kaloriur tað er.

  3. Svimjidómarar ganga ikki einki heldur. Um vit siga at tey ganga millum vendifløggini, tvs. 15 metrar hvørja longd í 25 metra hyli, so vil ein rímiliga vanlig svimjistevna síggja út sum hetta:

    2 x 4 riðlar av 50 firvald (30m) = 240 metrar
    2 x 4 riðlar av 50 rygg (30m) = 240 metrar
    2 x 4 riðlar av 50 bringa (30m) = 240 metrar
    2 x 4 riðlar av 50 frí (30m) = 240 metrar
    2 x 3 riðlar av 100 firvald (60m) = 480 metrar
    2 x 4 riðlar av 100 rygg (60m) = 360 metrar
    2 x 3 riðlar av 100 bringa (60m) = 480 metrar
    2 x 4 riðlar av 100 frí (60m) = 360 metrar
    2 x 3 riðlar av 100 blandað (60m) = 360 metrar
    2 x 2 riðlar av 200 firvald (120m) = 480 metrar
    2 x 3 riðlar av 200 rygg (120m) = 720 metrar
    2 x 2 riðlar av 200 bringa (120m) = 480 metrar
    2 x 3 riðlar av 200 frí (120m) = 720 metrar
    2 x 3 riðlar av 200 blandað (120m) = 720 metrar
    2 x 2 riðlar av 400 frí (240m) = 960 metrar
    2 x 2 riðlar av 400 blandað (240m) = 960 metrar
    2 x 2 riðlar av 800 frí (240m) = 960 metrar
    2 x 2 riðlar av 1500 frí (450m) = 1800 metrar
    *****************************************************
    Tilsamans einstaklingakappingar = 10800 metrar

    Havi loyvt mær at minka gongdina í leypi av 800 og 1500 frí við 50%, av tí at svimjidómararnir tá vanliga taka tað eitt sindur meira róligt.

    Altso yvir 10 kilometrar, áðrenn stafettirnar eru taldar við. Ella umleið 700 kaloriur, um tey viga 70 kg. Á flisum í sandalum.

  4. Lukkutíð eru tað summir venjarar sum duga at kompensera. Sum t.d. amerikanski Mark Taylor, fyrrverandi venjari hjá Louise Ørnstedt, sum Rókur fortaldi sat og át ein stóran chips við maynaise afturvið upphitingina, til eina stevnu í Esbjerg einaferð.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.