Brot úr avstralsku venjararáðstevnuni 2008

Bartal vísti mær í dag á eina áhugaverda svimjiheimasíðu kallað www.swimfastsecrets.com, har man sær ymiskar áhugaverdar videoir um svimjiteknikk og líknandi. Sum til dømis hesa, har onkur hevur klipt ‘bestu bitar’ burtur úr avstralsku venjararáðstevnuni í 2008.

Fyrsti maður, Leigh Nugent tosar um beinsparkið í frí, firvald og crawl, og eitt sindur um firvald. At serliga ‘plantar fleksibilitetur’ í fótliðinum er týðandi, sum er tað at kunna strekkja (og yvirstrekkja) vristina. Og at firvald handlar serliga um teknikk og koordinatión.

Næsti maður, John Marsden, tosar um hvussu man eigur at kunna ‘seta røttu vøddar í gongd í røttu raðfylgju’, til at varðveita ‘scapular stability’, sum er tað at kunna halda akslablaðnum upp á pláss í svimjitakinum. Um tú ikki kanst tað, so missur tú kraft, og risikerar skaða. Hann vísir tað eisini reint praktiskt við tveimum áskoðarum, hvussu akslablaðið flytist á summum bara við at lyfta armin upp, og hvussu man so eigur at gera í staðin.

Triðji maður, Paul Penna, tosar um ítróttarsálarfrøði, um hvussu børnini longu frá dag eitt skulu læra at hugsa sum úrvalsíðkarar, til at kunna brúka tað restina av lívinum. Hann tosar um “The Power of 1%”, at 28 av 40 gullheiðursmerkjum á HM í 2005 vóru vunnar við einum gloppi til nr 2 við bara éinum prosenti, og at sálarfrøði tí bestemt eigur sín leiklut, líka mikið um tað bara gevur éitt prosent forbetring í svimjiúrslitinum.

Fjórða er ein kvinna, Rhonnda Stewart, sum tosar (tíverri í so stutt her) um hvussu man sum venjari kann brúka NLP, ella ‘Neuro Linguistic Programming‘ í venjing, til at við at fokusera á úrslitið at umganga at ein sjálvur og svimjararnir verða ørkymlaðir av øllum tí sum hendir í senn í einum hyli. Sum sagt tíverri í so stutt, uttan at geva beinleiðis amboð her; men tað er vist nokk nakað man kann læra sjálvt í Føroyum 🙂

Fjórði er Chava Sobrino, sum tosar um ‘core’ styrkivenjing, altso tað at styrkja bulin. Hann hevur onkran íðkara við sær, vist nokk ein sum íðkar lop av vippu, ið vísir eitt øvilsi til at dyrka eksplosivitet í avsettinum, við at ansa eftir at íðkarin ikki svajar í mjødnini í sjálvum avsettinum.

Fimti (ónevndi) tosar um hvussu ‘step test’ (sovorðið sum 7×200 tíðtaking skjótari og skjótari), lærir svimjarar at svimja javnt skjótt og duga at byggja ferð upp gjøgnum eina venjingarseriu, og at duga at føla hvussu skjótt tey svimja (hjartasláttur, Borg-skala ella líknandi).

Sum heild rættiliga áhugaverd brot, haldi eg sjálvur.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.