3 góð ráð frá trimum landsliðsvenjarum

Tríggir landsliðsvenjarir úr bretska samveldinum geva 3 góð ráð í part á YouTube.

Enski kvinnulandsliðsvenjarin, Ben Titley, hevur hesi ráðini:

  • hav altíð eykalutir við (t.d. eyka svimjiklæðir, svimjibrillur ella stopp-ur)
  • minst altíð til at hava ein góðan endabrest (man kann jú vinna við 1/100 sek)
  • minst til at venja spørk undir vatni (serliga í rygg og firvald)

Kanadiski landsliðsvenjarin, Pierre La Fontaine:

  • njót venjingarnar! (what??)
  • ven øklarnar (millum annað við at sita á fótunum tá tú hyggur at sjónvarpi)
  • stuðla og rós tey tú venur saman við (tí so fært tú sterkari kapping)

Michael Bohl – venjarin hjá avstralska OL gullvinnarin Stephanie Rice:

  • ven regluliga
  • svim altíð við góðum teknikki
  • lurta eftir tínum venjara

2 thoughts on “3 góð ráð frá trimum landsliðsvenjarum”

Ger viðmerking