Stór føroysk luttøka eisini triðja dag á RIG 2009

Tíðindaskriv frá SSF, sunnudag 18. januar 2009

Stór føroysk luttøka eisini triðja dag á Reykjavík International

Føroysku svimjararnir hava kvalifiserað seg tilsamans 23 ferðir til tær 14 kappingarnar sum eru á Reykjavík International nú kl 16 í dag, og vit kunnu vænta okkum í øllum førum okkurt gull. Pál skal svimja 200 frí, har hann í 400 frí í gjár setti stevnumet eisini á 200 metra teininum, og tað er tí lítið at ivast í at hann kann svimja skjótari í dag. Vit hava 3 gentur við í 50 rygg, 3 í 50 firvald, 4 dreingir í 50 bringu, og 3 dreingir við í 50 frí, men tað er tó mest sannlíkt á longru teinunum hjá Pál – 200 blandað, 100 firvald og 200 frí – at vit veruliga gera okkum galdandi.

Tvær gentur hava stór mál í kvøld, við tað at tær liggja tætt við at klára kravtíðirnar til Oyggjaleikir á Álandi í summar. Hildur á Fløtti skal royna at svimja 50 firvald í tíðini 30.92, har hon fríggjadagin svam 31.06, og Birita Debes skal royna at pressa seg heilt niður frá 33.05 í 50 rygg fríggjadagin, til 32.45 í dag. Og tey eru óivað fleiri afturat, sum hava sett sær høg mál til í dag.

Annars fingu vit nøkur heiðursmerki í morgun, tá ið kappingin hjá yngra bólkinum “1995 og yngri” varð avgjørdur. Cecilia Eysturdal vann bronsu í 400 frí við tíðini 5:04.78, hóast hon enn bara er 1996-ari. Poula Mohr vann bronsu í 100 bringu við tíðini 1:29.74, og bronsu í 100 frí við tíðini 1:05.79. Og lítlibeiggi Pál, Eyðbjørn Joensen, vann silvur í 200 frí við tíðini 2:20.63, hóast hann sum Cecilia kappaðist ímóti svimjarum sum vóru eitt heilt ár eldri. Og tá sigur venjari hansara, Jón Bjarnason, enntá at hann kundi hava svomið nógv betri, og vunnið gull, um bara hann hevði fylgt taktikkinum eitt sindur betri.

Heiðursmerkjaúrtøka okkara til nú

Svimjarar føddir 1994 og eldri …

Gull

  • 1500 frí, Pál Joensen, 15:40.93 (stevnumet)
  • 400 frí, Pál Joensen, 3:53.71 (stevnumet)
  • 200 rygg, Pál Joensen, 2:17.73

Silvur

  • 800 frí, Mona Simonsen, 9:33.57
  • 200 rygg, Magnus Jákupsson, 2:18.75

Bronsa

  • 200 firvald, Pál Joensen, 2:12.55
  • 100 firvald, Shaila millum Garðarnar, 1:08.52

Svimjarar føddir 1995 og yngri …

Silvur

  • 50 bringa, Poula Ø. Mohr, 40.23
  • 50 frí, Birita Debes, 30.52
  • 200 frí, Eyðbjørn Joensen, 2:20.63

Bronsa

  • 50 rygg, Birita Debes, 33.05
  • 50 bringa, Tanja Skaalum, 41.16
  • 50 frí, Eyðbjørn Joensen, 29.06
  • 50 frí, Poula Ø. Mohr, 30.70
  • 200 frí, Poula Ø. Mohr, 2:25.60
  • 400 frí, Cecilia Eysturdal, 5:04.78
  • 100 bringa, Poula Ø. Mohr, 1:29.74
  • 100 frí, Poula Ø. Mohr, 1:05.79

Hartil hevur Pál Joensen sum nevnt sett stevnumet eisini í 200 frí við tíðini 1:54.50, sum var splitt-tíðin hjá honum í 400 frí. Hendan tíð verður vælsagtans betrað um í dag, tá ið hann skal svimja ‘verulig’ 200 frí.

Til ber at síggja videobrot og ‘live timing’ frá svimjistevnuni á www.svimjing.com/live

Við svimjikvøðu

Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya

Ferðaliðið kann treffast á tlf +298 594 555 (Jon Hestoy)

Ger viðmerking