Góður skurður á Reykjavík International 2009

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya, sunnudag 18. januar 2009

4 gull, 6 silvur og 13 bronsu til føroysku svimjararnar á Reykjavík International 2009

So er Reykjavík International av á hesum sinni, og føroyingarnir stóðu seg bara heilt væl. Okkara svimjarar vunnu tilsamans 4 gullheiðursmerki, 6 silvur og 13 úr bronsu, og svumu seg sum heild til flottar forbetringar. Serliga var tað Pál Joensen sum gjørdi vart við seg í Íslandi, við at fáa næstflest FINA stig av øllum, seta stevnumet fýra ferðir, og tvær ferðir svimja skjótari enn íslendska metið, hóast hansara egnu føroysku met á hesum teinum ongantíð vóru í vanda.

Føroysku heiðursmerkini vóru:

Svimjarar føddir 1994 og eldri …

Gull

  • 1500 frí, Pál Joensen (1990), 15:40.93 (stevnumet)
  • 400 frí, Pál Joensen (1990), 3:53.71 (stevnumet)
  • 200 rygg, Pál Joensen (1990), 2:17.73
  • 200 frí, Pál Joensen (1990), 1:53.53

Silvur

  • 800 frí, Mona Simonsen (1991), 9:33.57
  • 200 rygg, Magnus Jákupsson (1994), 2:18.75
  • 100 rygg, Magnus Jákupsson (1994), 1:04.77

Bronsa

  • 200 firvald, Pál Joensen (1990), 2:12.55
  • 100 firvald, Shaila millum Garðarnar (1984), 1:08.52
  • 400 frí, Mona Simonsen (1991), 4:37.65
  • 200 blandað, Pál Joensen (1990), 2:12.79
  • 100 frí, Shaila millum Garðarnar (1984), 1:00.49

Svimjarar føddir 1995 og yngri …

Silvur

  • 50 bringa, Poula Ø. Mohr (1995), 40.23
  • 50 frí, Birita Debes (1995), 30.52
  • 200 frí, Eyðbjørn Joensen (1996), 2:20.63

Bronsa

  • 50 rygg, Birita Debes (1995), 33.05
  • 50 bringa, Tanja Skaalum (1997), 41.16
  • 50 frí, Eyðbjørn Joensen (1996), 29.06
  • 50 frí, Poula Ø. Mohr (1995), 30.70
  • 200 frí, Poula Ø. Mohr (1995), 2:25.60
  • 400 frí, Cecilia Eysturdal, 5:04.78
  • 100 bringa, Poula Ø. Mohr, 1:29.74
  • 100 frí, Poula Ø. Mohr, 1:05.79

Svimjararnir svumu sum heild væl, um enn summir høvdu verið raktir av sjúku her upp undir stevnuna. Mona Simonsen og Malan Vitalis Bærendsen svumu til dømis ikki upp til sítt besta, men vóru eftir umstøðunum tó vælnøgdar við teimum tíðum sum tær hóast alt kláraðu at svimja. Høgni Miné er eisini nýliga byrjaður at svimja aftur, og svam tó tíðir sum imponeraðu sjálvt Jón Bjarnason.

Men tað vóru serliga teir yngru svimjararnir sum traðkaðu til, eisini tá ið tað kom til at kunna standa seg í kapping við teir vaksnu svimjararnar. 14 ára gamli Magnus Jákupsson svam seg tvær ferðir til silvurheiðursmerki í ‘opnu’ kappingini, tá ið hann í 100 og 200 rygg svam ávikavist 1:04.77 og 2.18.75. 13 ára gamla Birita Debes kom rættiliga nær at oyggjaleikakravtíðini í 50 rygg, og tær báðar 14 ára gamla Astrið Foldarskarð og 15 ára gamla Hildur á Fløtti komu enn nærri í 50 firvald.

Í yngra bólkinum vann Poula Mohr heiðursmerki í so gott sum øllum sum hon luttók í. Birita Debes skaraði framúr í 50 frí og rygg, og Cecilia Eysturdal og Eyðbjørn Joensen vunnu eisini heiðursmerki, hóast hesi bæði síðstu vóru 1 ár yngri enn tey elstu í sínum aldursbólki. Og unga Tanja Skaalum vann enntá bronsu í 50 bringu, hóast hon var heili tvey ár yngri enn tey elstu í sínum aldursbólki. Sum sjálvsagt er nógv, tá ið tú bara er 11 ára gomul.

Stevnan í Reykjavík var fyrst og fremst venjing hjá hesum svimjarum, at kappast í 50 metra hyli. Og sum heild var úrslitið á allan hátt framúr, tá ið hugsað verður um at tað hjá fleiri av teimum var bara fyrstu ella aðru ferð at tey royndu seg í so langum hyli.

Í kappingini um at vinna flest FINA stig, vann Alexander Dale Oen við at svimja seg til 905 stig í 100 bringu. Síðani kom Pál við 884 stigum í 400 frí, og síðani íslendski Jakob Jóhann Sveinsson við 863 stigum í 100 bringu.

Les meira á t.d. www.aegir.is, www.susvim.com og www.svimjing.com. Um tørvur er á at koma í samband við føroyingarnar í Íslandi, so ber til at ringja á tlf +298 594 555 (Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya)

Við svimjikvøðu

Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu

6 thoughts on “Góður skurður á Reykjavík International 2009”

  1. Áhugavert at lesa á hs.fo

    Óli Mortensen & Magnus Jákupsson eru millum teir bestu í kongaríkinun

    Óli Mortensen svam 200 m frísvimjing her í Reykavík, hann svam til tað innleiðandi kapping í morgun eina tíð sum er 2:21.01 sek. Hann hevði eitt flott útlegg uppá teir fyrstu 100 m uppá 1:08.4 sek, sum er ein fín tíð fyri ein so ungan svimjara. Óli er føddur ´96 og er hendan 200 m frísvimjings tíðin hjá Óla tann 2. besta tíðin í kongaríkinum Danmark og tað sigur ikki so líti um støðið hjá Óla

    Magnus Jákupsson hevur eisini klára seg sera væl her yvuri, serliga er tað 200 m rygg í hann svam eina tíð sum er 2:18.75 og er tað klárt tann besta tíðin í tí danska kongaríkinum aldursbólkinum hjá Magnusi; Magnus er føddur í ´94.

    http://www.hs.fo/index.php?pageid=26&newsid=54

    1. Nr. 1 í 200m frí hjá árg’96 í kongaríkinum beint nú er Eyðbjørn Joensen, Nr.2 er Óli Mortensen og man ikki Alvi Hjelm skjótt fixar tað soleiðis at okur hava nr.1, 2 & 3 í 200m frí. Ja og í 100 & 400m? No problem.
      So mangla okur ein 4. drong árg’96 sum er sterkur í 200m frí, so fáa okur eitt dreymalið til NJM/EJM um 5 ár 🙂 (Ein hevur loyvi til at “droyma”)
      Hevur Rókur ikki lova at hesin drongur goymir seg inni á Toftum?
      Ja ok, tað kann vera ein árg’95 (Johan) ella ein árg’97 (Pætur).. okur hava so nógv talentir. Men Rókur, tú er vælkomin til at mannað liðið við 4. manninum ;o)

    2. ….umframt at Cecilia Eysturdal fekk skavað seg uppá eitt fjórða pláss at danska ranglistanum fyri 96´arar;)

      1. Eg veit tað ikki sikkurt, so giti bara, at um okur samanlíkna tíðirnar hjá henni við tær donsku genturnar fyri einum ári síðan, so er tað uttan iva Cecilia sum hevur størst “drive” beint nú. So top’3 er lige rundt om hjørnet 😉

        Tað er altso stuttligt at vera føroyingur beint nú, um svimjing hevur tín áhuga 😉

      2. Oooooooooooog fyri ikki at gloyma (sum eg opinbart gjørdi) kom Cecilia uppá tey 531 stigini, so tann langtumleingivæntaða silvurnálin finally kann setast á bringuna………YYYIPEEEE!!!

Ger viðmerking