1 gull, 1 bronsa og 21 finalupláss á 1. degi av RIG 2009

Úrslitini tyktust eitt sindur svingandi, higani úr Føroyum, sum um at svimjararnir vóru móðir av ferðini, og kanska eisini høvdu torført við her-og-nú at skula umstilla seg til at svimja á langbana. Men vit fingu rættiliga nógvar betringar, umframt eina rúgvu av kvalifiseringum til finalu í morgin. Og so tey bæði heiðursmerkini vit væntaðu: Gull og stevnumet til Pál Joensen í 1500 frí, og bronsuheiðursmerki til Monu Simonsen í 800 frí.

Av serliga áhugaverdum tíðum kunnu nevnast, at Hildur á Fløtti úr Fuglafjarðar Svimjifelag kvalifiseraði seg til finaluni í 50 firvald við tíðini 31.06, har langbana kravtíðin til Oyggjaleikir er 30.92. 13 ára gamla Birita Debes úr FLOT betraði seg somuleiðis heilt nógv, tá hon kvalifiseraði seg til A finaluna í 50 rygg við tíðina 33.05, har langbana kravtíðin til Oyggjaleikir er 32.45. Og í 50 frí vóru tær tríggjar undir 30 sekund – Shaila, Hildur og Astrið – sum er bara heilt ókey á langbana.

Eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna sæst her á hesari heimasíðu.

One thought on “1 gull, 1 bronsa og 21 finalupláss á 1. degi av RIG 2009”

  1. Gullheiðursmerkið hjá Páli í dag var ‘bara’ við tíðini 15:40.93, har besta tíð hjá honum er 15:18.37 frá Beograd í fjør. Men hann betraði tó væl og virðiliga um stevnumetið hjá Reykjavík International, sum hann sjálvur átti við tíðini 16:05.02 frá í fjør. Og tað var eisini langt undir íslandsmetið hjá Ragnar Guðmundsson frá 1988, sum er 15:57.54. So tað var altso talan um ‘skuffilsi’ við stíli 🙂

Ger viðmerking