Nú ber eisini til at kvalifisera seg í 50 metra hyli til Oyggjaleikir

Kravtíðin til Oyggjaleikir á Álandi varð sum kunnugt í fjør avgjørd at vera triðbesta tíð frá Oyggjaleikum á Rhodos. Men við tað at Oyggjaleikir eru í 25 metra hyli, og svimjarar sum kunnugt ikki svimja líka skjótt í 50 metra hyli sum í 25 metra hyli, vegna færri vendingar, so hevur ynski verið um at fáa onkra umrokning av kravtíðini til 50 metra hyl.

Hetta hevur tí fyrst verið viðgjørt av landsliðsnevnd SSF, og síðani av starvsnevndini, sum so á starvsnevndarfundi í síðstu viku samtykti fylgjandi:

Ad 2 Fundarfrágreiðingin varð lisin og góðkend við hesum viðm.:

Umrokningar:
– frá 25 m hyli til 50 m hyl: + 2%
– frá 50 m hyli til 25 m hyl: – 2 %

Oyggjaleikaúttøkan: ætlanin er ikki at broyta verandi kravtíði, men vit vilja opna møguleikan fyri at taka nakrar svimjarar afturat, um útrokningar vísa, at heiðursmerki eru í heintan til liðsvimjingarnar, soleiðis sum stendur í fundarfrágreiðingini frá Landsliðsnevndini:

”Landsliðsnevndin heldur, at úttiknir svimjarar eiga at kunna melda til fleiri kappingar enn tær sum teir hava klárað oyggjaleikakravtíðina til, so leingi sum hesar eyka kappingar ikki ávirka tær greinir sum teir eru úttiknir til. ‘Wildcard’ eigur at gevast til at kunna manna eina stafett í hvørjum kyni, um 3 aðrir svimjarar eru úttiknir.”

Niðanfyri sæst mín roynd at umrokna frá Oyggjaleikakravtíðunum til tíðirnar í 50 metra hyli, við at leggja 2% afturat og so kvetta møguligar túsundapartar burtur (altso altíð avrunda niður). Vinarliga boðið frá sum skjótast, um okkurt ikki er sum tit halda tað eigur at vera:

Teinur Grein Kyn Kravtíð í 25m hyli Kravtíð í 50m hyli
50 frí menn 00:23.96 00:24.43
50 frí kvinnur 00:27.73 00:28.28
50 bringa menn 00:30.84 00:31.45
50 bringa kvinnur 00:35.36 00:36.06
50 rygg menn 00:27.14 00:27.68
50 rygg kvinnur 00:31.82 00:32.45
50 firvald menn 00:26.60 00:27.13
50 firvald kvinnur 00:30.32 00:30.92
100 frí menn 00:53.71 00:54.78
100 frí kvinnur 00:59.65 01:00.84
100 bringa menn 01:07.74 01:09.09
100 bringa kvinnur 01:16.04 01:17.56
100 rygg menn 00:59.45 01:00.63
100 rygg kvinnur 01:07.14 01:08.48
100 firvald menn 00:57.32 00:58.46
100 firvald kvinnur 01:06.86 01:08.19
200 frí menn 01:54.69 01:56.98
200 frí kvinnur 02:06.42 02:08.94
200 bringa menn 02:26.66 02:29.59
200 bringa kvinnur 02:44.38 02:47.66
200 rygg menn 02:06.10 02:08.62
200 rygg kvinnur 02:21.70 02:24.53
200 firvald menn 02:13.98 02:16.66
200 firvald kvinnur 02:22.69 02:25.54
200 blandað menn 02:09.81 02:12.40
200 blandað kvinnur 02:24.94 02:27.83
400 frí menn 04:06.15 04:11.07
400 frí kvinnur 04:27.54 04:32.89
400 blandað menn 04:35.31 04:40.81
400 blandað kvinnur 05:03.34 05:09.40
800 frí kvinnur 09:10.50 09:21.51
1500 frí menn 16:21.16 16:40.78

One thought on “Nú ber eisini til at kvalifisera seg í 50 metra hyli til Oyggjaleikir”

  1. Gløggi lesarin sær kanska at kravtíðin í 50 firvald hjá monnum er teir 26.60 hjá Paul Adkins, sum varð nr 4 á Rhodos, heldur enn teir 25.95 hjá silvurvinnarunum Nick Cameron og Simon Le Cuillard. Har var nevniliga einki triðjapláss, og Hestoy og undirritaði hava tí kjakast dúgliga, her uppundir leysgeving av listanum, um “triðbesta tíð” harvið var 2. ella 4. pláss. Vit valdu hesu ferð at lesa tað bókstaviliga, at besta tíð er 25.30, næstbesta 29.95, og triðbesta 26.60. Men til eina aðru ferð verður tað mest sannlíkt heldur orðað ‘triðbesta pláss’, við tað at ætlanin allatíð var heiðursmerki (og tað fekk Adkins jú ikki).

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.