Jonty Skinner um hvussu nýggju draktirnar broyta teknikkin

Suðurafrikanski Jonty Skinner setti í 1976 heimsmet í 100 frí við tíðini 49.44 sekund, 20 dagar eftir at amerikanski Jim Montgomery á OL í Montreal við 49.99 gjørdist fyrsti maður undir 50 sekund (Skinner slapp ikki at luttaka á OL, tí Suðurafrika var útilokað vegna apartheid-politikkin í landinum). Í dag er hann toppvenjari í USA, samstundis sum fraklendingar dominera 100 meturin við fleiri svimjarum sum kunnu svimja teinin á 45 sekund og undir, hóast teir sambært Skinner brúka “in some cases, inferior techniques”. Greinin hjá Skinner her á SwimInfo er tí eitt einastandandi innlit í, hvussu ein toppvenjari og fyrrverandi toppsvimjari heldur at superdraktirnar ávirka ítróttin.

Í stuttum er hansara meining, at draktirnar gera tað so mikið nógv lættari at svimja, at tað ikki longur er líka neyðugt at hava úthaldni og orkusparandi teknikk. Hann nevnir eina grein fyri nøkrum árum síðani, har hann segði at hóast framføring við strektum armi gav meira ‘power’, so kravdi tað eisini so mikið nógv meira orku, at man fór ikki at kunna halda út á strekkjum longri enn 100 metrar. Men um draktirnar nú hjálpa svimjarum at spara orku, so er tað kanska netupp orsøk til at ‘power-svimjararnir’ sum fraklendingar nú kunnu svimja longri skjótt.

Hann er sjálvsagt, sum venjari, ikki fyri hesum, og hugleiðir tí m.a. um hvussu man fyrr skuldi greina venjingardagbøkur og annað, til at kunna endurskapa ein toppsvimjara. Í dag er hetta eftir øllum at døma meira ein spurningur um at fáa staðfest hvør drakt sum verður tøk einaferð í framtíðini, fyri síðani at tillaga teknikkin hjá sínum ungu svimjarum til komandi møguleikar. Og her er altso nokk so neyðugt at fáa staðfest, um hesar ‘superdraktirnar’ verða tøkar ella ei í framtíðini.

I see the French success story as reinforcing my point that the playing field has changed and that coaches would do best to think differently about how the suit is impacting performance on a metabolic and a biomechanical level. It’s highly probable that training routines that have in the past been successful will continue to lead to success; but the levels of success will be limited. I believe that the dynamic of preparing athletes has shifted dramatically, and anyone thinking otherwise, or doing the same thing as before stands a good chance of getting left behind in the wake—or maybe at the wake—depending on how you handle defeat.

3 thoughts on “Jonty Skinner um hvussu nýggju draktirnar broyta teknikkin”

  1. Endiliga síggi eg tað á skrift, frá øðrum enn Craig Lord:

    The early-century wool-based suits weighed up to 8lbs when wet, in stark contrast to the Blue70 suit that requires just under 4lbs of applied weight to actually sink it below the surface of the water.

    http://www.swimnews.com/news/view/6624

    – og forrestin, ífall tit ikki vita tað, so vigar eitt menniskja í vatni sjáldan meira enn nøkur heilt fá kg. Minnist at vit gjørdu royndina á venjaraskúlan, og fingu eina typiska vekt at vera 2-3 kg. So um draktin krevur 2 kg at søkkja…

    1. Minnist at vit gjørdu royndina á venjaraskúlan, og fingu eina typiska vekt at vera 2-3 kg.

      Og tað var meðal vektin hjá einum sum andaði heilt út og royndi at søkka. Sjálvt tað er nú næstan ógjørligt í hesari “flótu” drakt.

      Men Rókur, hvat við at okur royna at síggja tingini frá 2 síðum, altso har eru nøkur sum eru fyri draktunum, og sum argumentera ímóti at tað ikki er eins fyri øll. Og serliga nú onkur produsentur lovar at kostnaðurin skal fara munandi niður. Sjálvur haldi eg at Blue70 draktin er ov nógv av tí “góða”.

      Men eg dugi ikki at síggja hvussu hinar draktirnar nú kunnu forbjóðast. Met eru sett, enormar peningarupphæddir eru útgoldnar í vinningum til tey sum hava nýtt draktirnar… Er tað ikki við at vera uppá tíðina at okur koma víðari, hugsa um møguleikarnar, kontra trupuleikarnar?

      1. Lat meg fyrst enn einaferð staðfesta, at orsøkin til hesar nógvu antidrakt-søgur hjá mær her á svimjing.com fyrst og fremst er tí at ein av størstu svimjikeldum hjá mær – http://www.swimnews.com – skrivar so ófatiliga nógv um tað. Eg royni at bera øll tey svimjitíðindi víðari, sum á onkran hátt hava okkurt við okkum í Føroyum at gera, og so verður tað tíverri so, at ein kampagna sum tann á swimnews.com kann lita svimjing.com so nógv. Fyri tíð síðani royndi eg at finna greinir um teknikkin hjá fraklendingum, og akkurát tí var hendan greinin so áhugaverd fyri meg.

        Sum tøknifreak skilji eg væl tey sum eru áhugað í at geva svimjarunum betri útgerð við draktum, júst sum man í t.d. súkkling diggast við carbon og triathlon-róður og annað gott.

        Men hinvegin eri eg sum venjari einki serliga áhugaður í at skula velja fyri svimjararnar – ella biðja teir velja – um teknikkurin sum eg læri tey í dag skal vera ætlaður til at svimja í drakt ella ei. Altso, um tað er nakað í tí sum Jonty Skinner sigur her (og lat tað verða sagt, at eg uttan nakað gangi út í frá at hann veit nógv meira enn eg, um svimjing), so er tað bitturt at vita sær, at hetta er nakað eg skal hugsa um longu nú, langt áðrenn nakar av mínum svimjarum hevur superdrakt, við tað at tað er nú at tey læra grundleggjandi teknikkin.

        Eitt annað meira persónligt er, at tá ið man sum eg diggast við teldur og teknikk allan samlan dag, so hevur man á kvøldið brúk fyri at blaka alt hatta tvætlið til viks, fyri heldur at renna ein túr á leistum, ella venja svimjarar uttan ur ella nakað. Men tað er meira ein persónligur trupulleiki 🙂

        Og forrestin, so tók man í súkkling upp á eitt tíðspunkt avgerð um at ein súkkla altso hevði nøkur ávís mát, tí at uppfinnilsini vóru við at fara av sporinum. Alt hatta har við Graham Obree sum lá framav sum Superman, osfr. Kritiskar røddir vilja siga at “ja ja, so bleiv menningin bara enn dýrari, tí at man skuldi til at optimera bara tað sindrið sum man slapp at optimera, júst sum tá ið man í Formel 1 herfyri fór frá V10 til V8”. Men eg veit ikki, fyri mær sá tað út til at alt hatta har doyði út.

        At tað so varð erstattað við doping, tað er ein heilt onnur søga. Ella kanska ikki.

Ger viðmerking