Tíðindaskriv frá SSF: Stór føroysk luttøka í Reykjavík International

Um vikuskiftið verður stóra svimjikappingin Reykjavík International. Svimjisamband Føroya sendur eitt talentlandslið við trettan svimjarum avstað. Umfram hesu trettan luttaka eisini Suðuroya Svimjifelag og Havnar Svimjifelag. Úr HS eru níggju svimjarar og ur Susvim eru fimtan svimjarar, so tilsamans eru 37 føroyskir svimjarar í kapping í Laugardalshøllin fríggjadag, leygardag og sunnudag.

Talentlandsliðið

Tríggjar heimsstjørnur til Reykjavík
Í ár er svimjikappingin partur av einum størri tiltakið, ið fevnir um fleiri ítróttagreinar. Føroyingar hava luttikið í hesari kapping í fleiri ár og við góðum úrslitum. Á heimasíðuni hjá svimjifelagnum Ægir í Rekjavík, ið fyriskipar svimjikappigina kunnu vit lesa at tríggjar heimsstjørnur luttaka í kappingini. Tær eru norsku Alexander Dale Oen og Sara Nordenstam, ið bæði eru heiðursmerkjavinnara frá olympisku leikunum í Beijing. Triðja heimsstjørnan er okkara egnu Pál Joensen, ið millum annað skal svimja 1500 frísvimjing. Um Pál skrivar Ægir á heimasíðuni: ” Frá Færeyjum heimsækir okkur aftur en hann er einn besti og efnilegasti langsundmaður Evrópu í dag.” Stór orð frá okkara grannum ”Úr Føroyum vitjar okkum aftur ein tann besti og evnaligasti langteinasvimjarin í Evropa í dag!”

Kappast verður fríggjadag kl. 16.30, leygardagin innleiðandi kl. 9.15 og finalur kl. 16.30, sunnudagin innleiðandi kl. 9.15 og finalur kl. 16.00. Allir teir stuttu teinarnir verða svomnir við innleiðandi og finalum meðan kappingarnar frá 400 og uppeftir eru sum beinleiðis finala, við skjótasta riðli seinnapartar.

Talentlandsliðið
Svimjisambandið fór í desember 2008 undir miðvist talent/ungdómsarbeiðið. Fyrsta tiltakið var ein venjingarlega í Klaksvík, og er luttøkan í Reykjavík ein partur av hesum arbeiðinum. Í hesum kappingarárinum er eisini ætlanin at hava tvær venjingarlegur afturat.

Talentlandsliðsvenjararnir Jóhan Martin Poulsen og Rúni Gaardbo úttóka á venjingarlegu í Klaksvík í 2008 trettan svimjarar at umboða Føroyar á Talentlandsliðnum. Teir eru: Úr Svimjifelagnum Flot: Astrid Foldarskarð og Birita Debes. Úr Fuglafjarðar svimjifelag: Poula Ø. Mohr og Hildur á Fløtti. Úr Svimjifelagnum Ægir: Monika Biskopstø, Cecilia Eysturdal, Bjarni M. Petersen. Úr Havnar Svimjifelag: Bjørg Seloy, Dagmar M. Winther og Magnus Jákupsson. Úr Suðuroyar Svimjifelag: Katarina S. Lamhauge, Helena Sævarsdóttir og Jón Hofgaard.

Á myndini vænta Helena S. Sævarsdóttir og Hildur á Fløtti.

Ferðalagið fer úr Vágum fríggjadagin kl. 11.15 og verður í Føroyum aftur í Føroyum mándagin 19. kl. 15.15.

Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya

Ger viðmerking