SSF viðtikið reglugerð um startfelagsskap

Sum tit kunnu lesa her á ssf.fo, so viðtók Svimjisamband Føroya á starvsnevndarfundi í síðstu viku eina nýggja reglugerð um startfelagsskap, soleiðis at føroysk feløg nú stilla upp sum éitt felags lið, á stevnum í Føroyum og aðrastaðni. Hartil varð reglugerðin fyri skifti millum feløg broytt eitt vet, til eisini at taka støðu í málum har skift verður millum felag og startfelagsskap.

Nýggja reglugerðin um startfelagsskap sæst her á ssf.fo, umframt her niðanfyri:

Reglugerð um startfelagsskap

Fyri at hækka um kappignarstøðið verður givið loyvi til, at feløg ganga saman í startfelagsskapi.

A. Tvey (2) ella fleiri feløg kunnu fara saman í startfelagsskap.

B. Startfelagsskapurin skal hava sjálvstøðugt navn, ið ikki kann vera tað sama sum tað hjá einum av feløgunum í Svimjisambandinum ella hjá øðrum felag í ÍSF.

C. At feløg ganga saman í startfelagsskap broytir ikki teirra limaskap í Svimjisambandinum og Ítróttasambandinum. Startfelagsskapurin fær ikki umboðan á aðalfundi í Svimjisambandinum ella Ítróttasambandinum.

D. Feløg, ið ynskja at fara saman í startfelagsskap, skulu senda Svimjisambandinum umsókn um hetta. Við umsóknini skal liggja nevndarsamtykt frá feløgunum um hesa avgerð. Svimjinevndin viðger umsóknina um startfelagsskap. Góðtekur svimjinevndin umsóknina, avger hon nær startfelagsskapurin tekur við.

E. Ynskir felag at fara úr startfelagsskapinum, skal felagið senda Svimjisambandinum fráboðan um hetta. Við fráboðanini skal liggja nevndarsamtykt frá felagnum um hesa avgerð. Svimjinevndin viðger fráboðanina. Hini feløgini í startfelagsskapinum verða kunnaði um fráboðanina. Eru fleiri enn tvey (2) feløg í startfelagsskapinum, verða tey spurd um tey ynskja at halda fram við startfelagsskapinum, uttan tað felagið, ið tekur seg burturúr. Uppathald av startfelagsskapi, ella burturúrtøka av felagi, kann bert fara fram við endan á einum svimjiári.

F. At feløg fara saman í startfelagsskap og burturúr, verður ikke mett sum skifti av svimjifelag. Sí reglugerð um limaskap og skifti av svimjifelag, stk. E.

G. Feløg í startfelagsskapi hefta fyri útreiðslurnar hjá startfelagsskapinum, t.d. tilmeldingargjøld og annað. Er ivamál um býtið av hesum útreiðslum tekur Svimjinevndin avger um býtið.

Viðtikið á starvsnevndarfundi 7. januar 2009

Broytta reglugerðin um limaskap og skifti av svimjifelag sæst her á ssf.fo. Broytingin er hetta eyka ískoytið:

E. Leggja feløg saman í startfelagsskap, so verður hetta ikke mett sum skifti av svimjifelag. Sama er galdandi tá feløg fara burtur úr startfelagsskapi.

Ger viðmerking