Startlistin til Reykjavíkar International

So var hann har endiliga, startlistin til Reykjavíkar International. Og tað sær út til at føroyingarnir fara at klára seg bara heilt væl, í kappingini við serliga íslendingar og norðmenn. Haldi meg kunna ána at tilmeldingartíðirnar hjá føroyingum eru eitt sindur gamlar, við tað at tað er so langt ímillum at tey sleppa at svimja á langbana; men fyri tað liggja vit til eini 5 gull- og 6 bronsuheiðursmerki, í teimum 32 kappingunum.

Her niðanfyri listi eg upp hvussu okkara allarskjótastu plasera seg á startlistanum, í ymisku greinunum:

  1. 50 rygg menn: Høgni Miné nr 3
  2. 50 rygg kvinnur: Bjørg Seloy nr 8
  3. 50 bringa menn: Dánjal Martin Hofgaard nr 11
  4. 50 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen nr 6
  5. 400 blandað menn: (eingin føroyingur)
  6. 400 blandað kvinnur: (eingin føroyingur)
  7. 50 firvald menn: Ólavur S. Petersen nr 23
  8. 50 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar nr 5
  9. 50 frí menn: Dánjal Hestoy nr 5
  10. 50 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar nr 3
  11. 1500 frí menn: Pál Joensen nr 1
  12. 1500 frí kvinnur: Mona Simonsen nr 3
  13. 400 frí menn: Pál Joensen nr 1
  14. 200 blandað kvinnur: Poula Mohr nr 30
  15. 200 rygg menn: Høgni Miné nr 1 (og Pál nr 3)
  16. 100 rygg kvinnur: Bjørg Seloy nr 4
  17. 100 bringa menn: Dánjal Martin Hofgaard nr 7
  18. 200 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen nr 10
  19. 200 firvald menn: Pál Joensen nr 4
  20. 100 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar nr 8
  21. 100 frí menn: Dánjal Hestoy nr 9
  22. 200 frí kvinnur: Mona Simonsen nr 14
  23. 400 frí kvinnur: Mona Simonsen nr 3
  24. 200 blandað menn: Pál Joensen nr 3
  25. 200 rygg kvinnur: Mona Simonsen nr 7
  26. 100 rygg menn: Høgni Miné nr 1
  27. 100 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen nr 7
  28. 200 bringa menn: Ólavur S. Petersen nr 6
  29. 200 firvald kvinnur: Ann Mari Midjord nr 17
  30. 100 firvald menn: Pál Joensen nr 4
  31. 100 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar nr 9
  32. 200 frí menn: Pál Joensen nr 1

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.