Hatta var so 2008, koyr á 2009 !

Ja, nú eru vit so komin til síðsta kvøld, í einum ári sum sambært formanni SSF var “eitt tað besta árið í føroyska svimjing nakrantíð”. HM í Manchester, EJM í Beograd, World Cup í Stockholm og EM í Rijeka. Umframt góð úrslit á øllum donskum meistarastevnum, og eitt rímiligt NJM eisini. Føroysk svimjing hevur virkuliga svingað seg upp til at vera nakað sum føroyingar fylgja við í, og frammanfyri okkum nú eru so ein røð av stevnum, alt árið 2009.

DSC_0227

Altjóða kappingarár okkara byrjar longu um nakrar fáar vikur, tá ið ein stórur hópur av føroyskum svimjarum fer til Reykjavík International. Síðani verður tað møguliga eitt sindur friðarligt í nakrar mánaðir, við ‘bara’ vanligum heimligum stevnum og líknandi tiltøkum, inntil vit frá einaferð fyrst í apríl raka sovorðið sum DM í Esbjerg, heimligu úttøkustevnuna til Oyggjaleikir, SUM og FM, Danske ÅrgangsMesterskaber og síðani Oyggjaleikir á Álandi, EJM í Prag og HM í Rom. Ein rokað kappingarskrá frá apríl til august.

Og so um heystið aftur verður DM í stuttum hyli, Køge Open, ein røð av World Cup stevnum, Norðurlendsk JuniorMeistarastevna og EM í Rom. Á leið sum heysthálvan nú, sum onkunsvegna virkaði alt ov stutt.

Og so aftur á vári 2010, HM í Dubai.

DSC00449

Men venjing skal jú til, og tí verður eisini rokast við at skaffa okkum betri venjingarumstøður til úrvalssvimjarar, at skipa fyri landsliðslegur og tílíkt. Eg var á landsliðsnevndarfundi í gjár (meðan okkara Pál varð heiraður á Reinsaríinum :-), og uttan at avdúka ov nógv, so fara vit í øllum førum at royna at betra seriøst um tilboðið til okkara hóp av talentum, so at tey øll føla seg stimbraði til at venja enn meira seriøst. Ætlanir hava parallelt verið um at fáa meira breidd á eisini, við mastersvimjing og betri tilboðum til teirra sum ikki ynskja at venja so hart. At víðka um útbúna hópin av venjarum, og útbúgva teir útbúnu enn meira.

DSC00233

Trupulleikin er bara tíðin, sum hevur hug at renna undan allatíð. Tíð og pengar. Men lukkutíð hava vit fingið ymiskt annað ‘fyri einki’, ella í øllum førum fyri lítið og lætt, við nýggju tøknini. Tit kunnu vænta tykkum nógv betri innlit í tí sum fyrigongur seg, við hjálp av hesum tólunum til at kunna streama og taka upp á video, og síggja brot á internetinum sum eru lítið aftanfyri tey ‘professionellu’. Vit duga eftirhondini rímiliga væl sjálvi, og fara at læra at gera tað enn betri 🙂

DSC00521

Nei, tað eru ógvuliga fá skýggj á himmalinum beint nú. Ókey, tað hevði verið stuttligt at sæð fleiri av teimum ‘gomlu’ svimjarunum aftur, og at svimjarar yvirhøvur hildu á eitt sindur longur. Tað hevði verið deiligt at havt pengar til veruliga at kunna arbeiða saman við altjóða serfrøðingum, og at sæð samsýningar sum veruliga munaðu hjá okkara miðvísu svimjarum. Tað hevði eisini verið fínt at fingið smá herðaklapp frá Landinum, so sum at teir kanska hækkaðu fríkortið til venjarar, til at gera tað eitt sindur bíligari hjá feløgum at løna sínar eldsálir.

DSC_0050

Men sum heild, so er tað óluksáliga stuttligt at vera uppi í svimjing í løtuni 🙂

2 thoughts on “Hatta var so 2008, koyr á 2009 !”

  1. Opinbart var 2008 so gott, at tey byrjaðu bara umaftur 🙂

    Screenshot-Kringvarp Føroya - Forsíðan - Mozilla Firefox-1

    (Forsíðan í dag, 1. januar 2009 kl 13:30. Legg til merkis at flest øll tíðindi eru frá 1. januar 2008, uttan nøkur sum eru frá 1. januar 2007. Nú kl 13:45 eru tíðindini tó aftur tey frá í gjár)

Ger viðmerking