Avstraliumenn forbjóða lynlásum í juniordraktum

USA og Evropa hava longu mótmælt teimum nýggjum draktunum, serliga tá ið tað kemur til yngri svimjarar, og nú heitir eisini Avstralia á altjóða svimjisambandið FINA, um at gera nakað við mátan sum draktir verða góðkendar. Tey vilja bíða til FINA hevur viðgjørt málið, fyrst í 2009, men seta tó longu nú forboð ímóti ‘superdraktum’ í yngri aldursbólkunum.

Og teirra forboð er nokk so vítt umfevnandi. Dreingir mugu bara brúka draktir sum ganga frá mjødnini av og niður á knæ, og gentur skulu brúka draktir við berum ryggi og bara stroppar um akslarnar. Og hartil verður forboð sett ímóti lynlásum og líknandi í draktini, til at fyribyrgja fyri veruligum ‘kompressiónsdraktum’ (t.e. at draktin situr so stramt, at miðjan á svimjaranum er totalt stív).

Kelda: SwimNews

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.