Adidas annulerar avtaluna við týska svimjisambandið

Sum tit vist nokk frættu í onkrari av hasum frásøgnunum hjá okkum frá Rijeka, so vóru týskarar í beinleiðis kreppu á evropameistarastevnuni, av tí at teir skuldu svimja í draktum frá Adidas, sum teir sjálvir og onnur meta at vera slettis ikki á hædd við draktum frá t.d. Speedo, TYR og Blueseventy. Vit sóu fleiri ferðir at týskir svimjarar valdu púra at lata verða við at brúka drakt, og frættu eisini um at alt landsliðið hevði sagt beinleiðis, at tey vildu ikki svimja á HM í Rom í summar, um tey ikki sloppu at svimja í draktum frá øðrum veitarum.

DSC_0357

(50 rygg finalan á EM í Rijeka. Teir báðir uttan drakt eru báðir týskarar)

Og nú hevur Adidas so sambært The International Herald Tribune tikið konsekvens av hesum, við at annulera avtaluna við týska svimjisambandið, beinleiðis “in light of recent events”. Tey í Adidas siga at tey ikki ætla seg burtur úr úrvalssvimjing fyri tað, men spurningurin er um nakar annar vil brúka draktirnar frá teimum. Vit sóu ongan, í Rijeka.

Ger viðmerking