So komu vit heim aftur eisini

‘Festligt’ at skula møta at koyra við buss kl 02:40, og so bíða eftir einum burturmistum hvítarussa í 40 minuttir. Men vit komu so avstað, og túrurin heim gekk næstan eftir bókini. Vóru eitt sindur seinkað úr Kastrup; men tað var nokk líka so gott, tí annars var vandi fyri at vit ikki náddu flogfarið.

15122008097

Eg sendi beint nú síðstu myndir upp til myndasavnið á Flickr; og her er ymiskt annað eisini, sum eg heldur má fáa upp og avgreitt komandi dagarnar. Onkur video frá vanligum ‘handycam’, onkrar myndir á fartelefonini, onkur eyka video frá ferðini heim, og so framvegis. Beint nú eri eg tó so móður, av ikki at hava ligið í eini song síðani kl 04:45 sunnumorgunin, at tað má bara verða ‘betri seint enn ongantíð’ 🙂

Ger viðmerking