Tíðindaskriv úr Rijeka, fyrsti dagur

ØLL BETRAÐU SEG, OG PÁL SETTI FØROYSKT MET

Nú fyrsti dagur er farin afturum, á evropeisku stutthyljameistarakappingini í Rijeka í Kroatia, er tíð til at gera status.

Fyri Føroyar luttóku í dag Kári J. á Høvdanum í innleiðandi 100 firvald, Pál Joensen í innleiðandi 400 frí, og Shaila millum Garðarnar í innleiðandi 100 frí. Øll betraðu tey seg rættiliga fitt, og Pál var hartil bara 0.80 sekund frá finaluplássi, í kapping har hann var bara 9 hundraðpartar aftanfyri heimsmeistaran frá HM í Manchester í apríl í ár.

Tíðirnar vóru

– Kári J. á Høvdanum, 100 firvald, 58.27 sekund (Pál eigur føroyska metið á 56.52 sekund)
– Pál Joensen, 400 frí, 3:42.57 sekund (føroyskt met)
– Shaila millum Garðarnar 58.21 (Elspa eigur føroyska metið á 57.41)

Nakrar viðmerkingar frá venjarunum

Petur Heðin á Fløtti segði um teir 100 firvald hjá Kára, at Kári royndi seg við einari nýggjari drakt í dag, sum vísti seg ikki at rigga so væl at sparka firvaldaspark við á búkinum. Men teir royndu hana løtu seinni í avsvimjingarhylinum, har Kári svam rygg, og tá var hon nógv betri. Altso kunnu vit rokna við at síggja hann svimja í henni í 50 rygg í morgin.

Jón Bjarnason um Pál í 400 metur frí: “Ein góð tíð, men enn einaferð vísti hann at hann kann svimja skjótari. Hann hevði snøgt sagt alt ov nógv eftir, síðstu metrarnar”

Jón Bjarnason um Shailu í 100 frí: “Hon legði hart út og kom væl frá byrjan, og lá eina løtu fremst í riðlinum, fyri síðani at troyttast í so nógv teir seinastu 25 metrarnar. Men alt í alt ein góð tíð.”

Sigast skal, at kappingin her er avbera hørð. Vit hava mist tal á evropeisku metunum og evropeisku stevnumetunum, men her var til dømis sett heimsmet í 50 frí og tríggjar ferðir í 4×50 blandað, umframt at bæði í innleiðandi og í finaluni svumu trý lið undir gamla heimsmetið frá HM í Manchester og síðani frá innleiðandi partinum í morgun. Í 400 frí var breiddin væl hægri enn nakrantíð fyrr, til eitt EM, har kravið at koma í finalu var hægri enn á heimsmeistarastevnuni í Manchester í apríl í ár. Var Pál komin í finaluna, so var kappingin so jøvn at hann væl hevði kunnað endað við einum heiðursmerki um hálsin.

Í morgin er føroyska luttøkan Kári J. á Høvdanum í 50 rygg og Mona Simonen í 800 frí.

Við svimjikvøðu

Rókur í Jákupsstovu
Rijeka

2 thoughts on “Tíðindaskriv úr Rijeka, fyrsti dagur”

    1. Danir eru við tá ið tað kemur til at skráseta met. Allar tíðir hjá Páli koma við á donsku metlistarnar, hann hevur nú síðan DKM í Kolding “sorla” 5 sek av juniormetinum hjá Mads Glæsner í 400m frí, og nú Team Danmark hevur avgjørt at stuðla danskari svimjing við meira peningi, so at talentir sum Elspa Mørkøre og onnur kunnu gera tað tey eru best til, ja so kann ein bert standa spyrjandi ímeðan handlings lammaðir føroyingar kjakast um hvør úrmælingur í føroyum er góður nok til at kunna stuðlast.

      Eg tori at siga sum er, beint nú er bert ein á ovastu “hyll”. Um TÚ heldur nakað annað, sig so til.

      Jón Bjarnason.

Ger viðmerking