Kunning um okkara ‘Live frá EM í Rijeka’

Far á www.svimjing.com/live – ella trýst á LIVE uppi í høgra horni her – til at síggja ‘live’ tilfar frá EM savnað á éinum stað! Vit senda úr svimjihøllini, í tíðarskeiðunum 7-11 og 14-17, hvønn dag til og við sunnudagin.

Um síðan her skuldi hildið uppat at rigga, so koyrir okkara ‘live streaming’ víðari á “svimjing” rásini á www.kyte.tv. Goymið tykkum tí leinkið http://www.kyte.tv/ch/177632-svimjing

Vanligar fotomyndir hjá okkum frá Rijeka kunnu síggjast her á Flickr, og vit hava eisini onkrar videoir á svimjing.blip.tv. Legg eisini til merkis, at til ber at hyggja at øllum okkara farnu sendingum her á Kyte.tv, ella við at blaða í Kyte-spælaranum sjálvum.

Gev gætur, at alt okkara tilfar er vart við copyright. Spyr tí fyrst, og vís altíð til kelduna.

Um tit vilja í samband við okkum, so send SMS til mín á +298 597559. Telefonin svarar ikki meðan kappast verður, tí eg tá filmi og havi sett á ljóðleyst.

Rókur í Jákupsstovu,
Rijeka

6 thoughts on “Kunning um okkara ‘Live frá EM í Rijeka’”

  1. Vonandi siggja tykur streaming fra EM. Rokur nørdast óført fyri at tykur øll kunnu ‘vera við’
    Tykur finna video upptøkur av okar egnu, og so ymiskum ahugaverdum gestum.
    Skriva endiliga um tykur hava serlig ynskir, Rókur er ‘fit for fight’ hehe.

          1. Og tú/tykur mugu siga til beinan vegin um her er okkurt sum tú/tykur halda at okur (Rókur) kunnu gera betur 🙂

  2. Okkurt er gali beint nú á chattinum. Okur mugu uppdatera browsaran fyri at síggja hvat fólk skriva, og tað er óiva galdandi fyri tykon. So F5 á telduni, og browsarin endurnýggjast og tykur síggja hvat verður skriva. Hmm nakað verri l… beint nú.

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.