Komin til Zagreb uttan kuffert

Rókur ringdi kl 21 fø. tíð og segði, at tey vóru umsíðir komin til Zagreb, har tað er kalt (frystir). Ein ‘guide’ bíðaði tolin eftir teimum, tá tey komu. Hesuferð hava øll hini uttan Rókur (og Petur Heðin) mist viðførið. Ella tað vil siga, at kuffertini standa enn í Frankfurt og koma eftir ætlan í morgin. Tó hava okkara fólk lært av fadesuna í Beograd, tí tey hava fingið sær trygging mótir mist/gloymt viðføri. Lagið av annars gott í Kroatia, skilti eg á lagnum. Í morgin fara tey í býin at keypa neyðsynjarvørur.

One thought on “Komin til Zagreb uttan kuffert”

  1. Tey hava skund, skilji eg á lagnum. Rókur SMS’ar kl 21.47 fø. tíð:

    “Nú koyra vit við 130 km/t tvørtur um Kroatia. Onkur býur her hevur klang av kríggi, men eg minnist ikki navnið. Sá í kortinum á flogfarinum, at áin Sava rennur gjøgnum Zagreb, sum vit minnast frá Beograd.”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.