Soljóðandi skriv er fingið frá Svimjisambandi Føroya. Orsaka at eg ikki havi skrivað so nógv sjálvur, enn, men her er nokk so hektiskt, upp undir fráferð til EM í Kroatia...
Svimjarar til Norðurlenska Junior Meistarakapping
Leygardagin og sunnudagin var NJM í Södertälje i Svøríki. Svimisambandið sendið hesuferð 2 svimjarar, Hildur á Fløttu úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag. Landsliðsvenjari var Petur Heðin á Fløtti, og leiðari Maud Poulsen úr Svimjisambandinum.
Í stuttari viðmerking sigur Petur Heðin á Fløtti at NJM sum altíð er ein stór avbjóðing fyri okkara svimjarar, serstakliga tí at kappingarstøðið er so høgt. Tær báðar Helena og Hildur hava nú roynt seg í altjóða kapping, og hetta fær eina góða ávirkan. Nakrar persónligar tíðir vórðu betraðar, men føroysku svimjararnar vóru ikki á sigurspallinum
Svimjisambandið fer í januar 2009 at leggja kravtíðir til NJM í 2009 og 2010, og í hesum sambandi fer at verða úttikið eitt NJM-bruttolið av fyrsta- og annað-ársjuniorum.
Liðið til NJM kemur aftur til Føroyar sunnukvøldið 7. Desember.
----
Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya
Nýggjar viðmerkingar
1 dagur 15 tímar síðani
1 dagur 20 tímar síðani
2 dagar 2 tímar síðani
5 dagar 1 tími síðani
5 dagar 11 tímar síðani
5 dagar 12 tímar síðani
5 dagar 20 tímar síðani
6 dagar 28 min síðani
6 dagar 23 tímar síðani
1 vika 24 min síðani