Startlistin til Rijeka 2008

So er startlistin til evropameistarastevnuni í Rijeka komin, og latum okkum heldur beinan vegin staðfesta, at Pál Joensen er í finaluni í 1500 frí. Tíverri á ytstu geil, sum nr 8, men tað er so betur enn at vera bestur av teimum sum ikki koma í finaluna. Startlistin fer eisini at kunna finnast her á omegatiming.com, innan alt ov leingi.



Niðanfyri er ein talva sum vísir føroysku luttøkuna. Eg havi loyvt mær at skoyta Elspu uppí, hóast hon svimur fyri Danmark.

Kapping Grein Seeding Svimjari Tilm.tíð Nær verður svomið?
4 100 rygg 13 Elspa Mørkøre 59.54 hósdag fyrrapart*
6 100 firvald 48 Kári J. á Høvdanum 1:02.42 hósdag fyrrapart
10 400 frí 13 Pál Joensen 3:44.07 hósdag fyrrapart
11 100 frí 54 Shaila millum Garðarnar 58.53 hósdag fyrrapart
13 50 rygg 33 Kári J. á Høvdanum 26.11 fríggjadag fyrrapart
16 100 blandað 25 Elspa Mørkøre 1:03.05 fríggjadag fyrrapart
20 800 frí 18 Mona Simonsen 9:09.59 fríggjadag fyrrapart
21 50 rygg 18 Elspa Mørkøre 27.99 leygardag fyrrapart
23 400 frí 36 Mona Simonsen 4:30.72 leygardag fyrrapart
24 100 rygg 33 Kári J. á Høvdanum 56.13 leygardag fyrrapart
30 1500 frí 8 Pál Joensen 14:48.89 leygardag seinnapart
31 50 frí 54 Shaila millum Garðarnar 26.88 sunnudag fyrrapart
35 200 frí 47 Mona Simonsen 2:09.88 sunnudag fyrrapart
36 200 frí 29 Pál Joensen 1:47.13 sunnudag fyrrapart
37 200 rygg 12 Elspa Mørkøre 2:07.66 sunnudag fyrrapart

* Elspa hevur góðan møguleika at kvalifisera seg til hálvfinaluna í 100 rygg, sum verður svomið hósdag seinnapart.

One thought on “Startlistin til Rijeka 2008”

  1. Stuttligt at síggja at hann verður tikin burtur úr, á einum lista har til dømis Ísland, Írland og Belgia ongan fáa nevndan:
    http://www.svimjing.com/files/PRn30-'08 Final Entries – European SC Championships – Rijeka08.doc

    Folkens, vit mugu ugga okkum við at teir veruligu serfrøðingarnar av sær sjálvum leggja til merkis hvat vit gera her í Føroyum, har okkara egnu mugu kroystast og trýstast til ikki at ignorera 🙂

Ger viðmerking