Startlistin til NJM í Södertälje

Startlistin til NJM í Södertälje sæst her á serligu NJM heimasíðuni hjá Södertälje Simsällskap. Hesu ferð eru svimjararnir hjá okkum Hildur á Fløtti úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag, og tær skulu altso í hylin nú leygardagin og sunnudagin. Kappast verður leygarmorgun frá kl 8 føroyska tíð, leygardag frá kl 16 og sunnudag frá kl 8, og til ber at fylgja við ‘live’ her á livetiming.se.

Hetta er tað sum Hildur og Helena skulu svimja:

Kapping Grein Seeding Svimjari Tilm.tíð
1 50 rygg 9 Helena Strøm Sævarsdóttir 32.82
5 100 frí 12 Helena Strøm Sævarsdóttir 1:03.73
7 200 firvald 7 Hildur á Fløtti 2:35.16
19 100 rygg 7 Helena Strøm Sævarsdóttir 1:09.28
21 50 frí 12 Helena Strøm Sævarsdóttir 28.18
23 100 firvald 9 Hildur á Fløtti 1:09.32
27 50 firvald 10 Hildur á Fløtti 31.91

Ger viðmerking