Við fyrivarni, eg brúkti leinkið á televarp.fo til at finna skránna hjá Eurosport, og síggi har fylgjandi sendingar:
Brúki 'føroyska tíð' omanfyri, sum er donsk minus 1 tíma. Men gev gætur at Eurosport fyrr hava flutt runt uppá sendingar... og at handan skráin ikki dekkar alla svimjingina sum hon er. Ikki ein gang allar finalurnar.
Á stevnuheimasíðuni stendur, at innleiðandi er frá kl 08:00 hvønn morgun, og finalur frá kl 15:30, føroyska tíð.
Viðmerkingar
Einki á SVT
Havi gjøgnumgingið skránna fyri allar rásir tann 11. desember á www.svt.se, og finni einki um svimjing. Kanska er orsøkin, at hvørki Therese Alshammar, Stefan Nystrand ella Josefin Lillhage luttaka:
http://www.svt.se/svt/jsp/Crosslink.jsp?d=21192&a=1331660&lid=puff_13316...
Bara Eurosport?
Teir hava eina skipan til at skimma 87 rásir ígjøgnum her á dr.dk; og um eg har leiti eftir "svømning" og tweaki skipanina eitt sindur til at leita fram til hósdag 11., so kemur bara Eurosport fram.
http://www.dr.dk/tjenester/programoversigten/w3c/search.asp?Media=TV&sea...
(hetta leinki fer mest sannlíkt ikki at vísa rætt í morgin og framyvir, tí tað telur 9 dagar fram frá í dag av)
Eurosport streamar ikki
Tey hava gott nokk okkurt tey kalla "Eurosport Player", til at síggja rásirnar á internetinum; men um man spyr til skipanina her úr Føroyum, so svarar hon bara "Sorry but the Eurosport player Video offer is not available in your country."