Eurosport fer at vísa EM í Kroatia

Við fyrivarni, eg brúkti leinkið á televarp.fo til at finna skránna hjá Eurosport, og síggi har fylgjandi sendingar:

  • Hósdag 11. des. kl. 14:30-15.30: 1. dagur innleiðandi
  • Hósdag 11. des. kl. 15:30-17.30: 1. dagur finalur LIVE
  • Fríggjadag 12. des. kl 08:00-09:30: 2. dagur innleiðandi LIVE
  • Fríggjadag 12. des. kl 15:45-17:30: 2. dagur finalur LIVE
  • Leygardag 13. des. kl 16:45-17:30: 3. dagur finalur LIVE
  • Sunnudag 14. des. kl 16:30-17:30: 4. dagur finalur LIVE

Brúki ‘føroyska tíð’ omanfyri, sum er donsk minus 1 tíma. Men gev gætur at Eurosport fyrr hava flutt runt uppá sendingar… og at handan skráin ikki dekkar alla svimjingina sum hon er. Ikki ein gang allar finalurnar.

Á stevnuheimasíðuni stendur, at innleiðandi er frá kl 08:00 hvønn morgun, og finalur frá kl 15:30, føroyska tíð.

3 thoughts on “Eurosport fer at vísa EM í Kroatia”

  1. Teir hava eina skipan til at skimma 87 rásir ígjøgnum her á dr.dk; og um eg har leiti eftir “svømning” og tweaki skipanina eitt sindur til at leita fram til hósdag 11., so kemur bara Eurosport fram.

    http://www.dr.dk/tjenester/programoversigten/w3c/search.asp?Media=TV&searchall=true&searchstring=sv%F8mning&seldate=9&seltime=1&sortby=

    (hetta leinki fer mest sannlíkt ikki at vísa rætt í morgin og framyvir, tí tað telur 9 dagar fram frá í dag av)

Ger viðmerking