Svimjing.com podcast #1

Ja, tað mátti jú koma, nú vit hava hótt við tí fleiri ferðir. Hetta fyrsta podcast er um hví vit nú royna okkum við einum podcast, um komandi EM í Kroatia, og um alt hitt spennandi sum hendir í føroyskari svimjing, komandi vikurnar. Eisini eitt vet um ‘Klaksvík National’ stevnuna í morgin.

Tað er ikki vist at tað verður akkurát hendan tænastan frá soundcloud.com sum vit fara at brúka í framtíðini, men Bartal helt at teirra avspælari var so flottur, og eg komi ikki yvir at eg ikki kann finna nakað flottari. Og orsaka at her ikki eru ‘jinglur’ og tílíkt sum hoyra útvarpi til… tær koma seinni 🙂

One thought on “Svimjing.com podcast #1”

  1. So stutt kann tað siga. Fantastiskt!

    Lat meg fyrst siga, at tú hevur eina avbera góða útvarpsrødd, Rókur! Og eg meini tað!

    Hetta er ein stórur dagur, svimjingin her á svimjing.com verður borin út til øll áhugaði, við teksti, myndum, livandi myndum og ljóði.

    Gleði meg til næstu sending.

    Jon Hestoy

Leave a Reply to HestoyCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.