Fín Reka Stevna

“Silva Cup 2008” er av á hesum sinni, og hon gekk bara upp á stás. Tey høvdu eina tíðarætlan, og hildu hana, so at alt var leyst og liðugt umleið kl 18. Tíverri fór maðurin við ábyrgd fyri stevnuforritinum í brúdleyp, beint eftir stevnuna, uttan at eg hugsaði so langt sum at skaffa mær eitt eintak av úrslitalistanum. Men alt annað líka, so var tað annaðhvørt FS ella SuSvim sum ‘vann’ stevnuna, við tað at tey oftast fóru upp eftir gullheiðursmerki.

DSC_0284

Leirvíkingar eru nokk so cool, við frásøgufólki sum gongur við tráðleysari útgerð millum áskoðararnar

Har vórðu nógv heiðursmerki givin á stevnuni. Tit hoyra væl klirrið frá medaljum á hesari videoini…

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.