Biedermann tikið metið hjá Thorpe

Týski Paul Biedermann gjørdist fyrsta menniskja nakrantíð undir 1:41 á 200 metra frí teininum, tá ið hann nú svam 1:40.83 á World Cup stevnuni í Berlin. Gamla metið átti sjálvur Ian Thorpe, á 1:41.10, sum hann svam á World Cup í Berlin í 2000. Tunesiski Mellouli gjørdist nr 2 við tíðini 1:42.88, og suðurafrikanski Darian Townsend nr 3 við tíðini 1:43.19.

(Mynd frá 400 frí í Stockholm. Jón, Pál og Bartal halda at Biedermann líkist mær; men loynidómurin er at eg ERI Biedermann :-)

Viðmerkingar

3d svimjibrillur

Biedermann svimur við 3d svimjibrillur 8-)

Mynd: rokur

Jú jú, nørd

Tað er so at hann kann blogga á svimjing.com samstundis sum hann setur heimsmet :-)

Biedermann uttan brillur

Soleiðis sær Biedermann út uttan brillur.

Mynd: rokur

"Bedemand?"

Finni onga offisiella forkláring uppá týska familjunavnið, men hatta skotið er cool :-)